Átjan spælarar er hámarkstalið av spælarum, sum kunnu standa á dómaraseðlinum. Í fyrireikingunum til landsdystin ímóti Italia hava verið 20 spælarar umframt Fróða Benjaminsen, sum er leikbannaður í kvøld, men sum verður tøkur ímóti Skotlandi mikudagin.
Á taktikkfundinum, sum var á Hotel Føroyum klokkan 5 seinnapartin, boðaði Jógvan Martin Olsen frá, hvørjir teir báðir spælararnir eru ? umframt Fróða Benjaminsen - sum ikki standa á dómaraseðlinum í kvøld. Teir eru miðvallarspælarin hjá HB Kári Nielsen og álopsspælarin hjá B36 Bergur Midjord.
Á beinkinum fara at sita málverjin Meinhard Joensen og útispælararnir Mortan úr Hørg, Rasmus Nolsøe, Pauli G. Hansen, Símun Samuelsen, Hjalgrím Elttør og Christian Lamhauge Holst.