Kári Olsen: Ólavsøkurøðan er ein heiður

- Eg gjørdist eitt sindur bilsin, tá eg varð spurdur, um eg kundi halda ólavsøkurøðuna í ár. Valdi ikki at svara alt fyri eitt, men kom tó til ta niðurstøðu, at eg fegin vildi átaka mær uppgávuna.

Tað sigur Kári Olsen, útvarpsmaður og hornorkesturtónleikari, tá Portal.fo spyr, hvussu tað kendist, tá hann varð biðin um at halda ólavsøkurøðuna. Gamaní er hann virkin tónleikari, bæði í Havnar Hornorkestri og í Symfoniorkestrinum, og hann er eisini ein kend útvarpsrødd, men hann er ikki kendur fyri at halda nógvar røður.

- Nei, tað er rætt. Hetta er í grundini tann fyrsta veruliga røðan eg haldi, so tað er eitt gott stað at byrja, sigur Kári Olsen.

Ofta eigur ítrótturin nógva rúmd, tá ólavsøkan verður sett. Men Kári Olsen er ikki kendur frá ítróttinum, hvat verður so evnið í ólavsøkurøðuni hesaferð?

- Rætt er, at eg eri ikki tann stóri ítróttaríðkarin sjálvur. Eg fylgi tó við fótbólti, bæði herheima og uttanlands, so eg eri ikki heilt vekk í so máta. Men tað er tónleikurin, sum hevur staðið mær næst, og í roynd og veru hevði ein ólavsøka uttan tónleik og aðra mentan ikki verið ein ordilig ólavsøka, sigur Kári Olsen.

Tí fer røðan í ein stóran mun at snúgva seg um mentanarliga partin av ólavsøkuni. Sjálvandi verður hornorkestrið, sum Kári Olsen sjálvur spælir við eisini nevnt, men røðan er meira fevnandi, greiðir hann frá.

- Mentan, og tá hugsi eg bæði um tónleik, um sjónleik og aðra mentan, hevur sera stóran týdning á tjóðarhátíð okkara, og tí komi eg eisini inn á, at mentanin eigur at fáa størri rúmd í samfelagnum. Og meira styrk. Burtursæð frá tí verður ikki upp á nakran máta talan um eina politiska røðu, sigur Kári Olsen.

Men hvussu reageraði tú, tá telefonin ringdi og tú fekst spurningin?

- Sum eg nevndi í byrjanini, so gjørdist eg bilsin, tí eg eri nokk ikki tað mest upplagda evnið. Ið hvussu er ikki í mínum egnu eygum. Men sjálvandi er tað eisini ein heiður fyri meg at sleppa at seta ólavsøkuna, og tí eri eg eisini eitt sindur errin, sigur Kári Olsen.