Kári Rasmussen: Sandoyggin ein trupul uppgáva

Í leygardagssosialinum stóð at lesa um kommunulæknatænastuna her í Føroyum. Tað vísir seg at vera ógvuliga trupult at seta læknar, tí arbeiðsviðurskiftuni ofta eru óstøðug, arbeiðsdagarnir langir og arbeiðsøkini stór

 

Kommunulæknatænastan


Kári Rasmussen, formaður í Kommunulæknafelagnum sigur, at støðini har tað er trupult at seta læknar er í tí syðra partinum av landinum.

Í løtuni eru seks ósett kommunulæknastørv í Føroyum, og sum er nú sær tað ikki út til, at nakar nýggjur føroyskur kommunulækni er á veg. Mett verður eisini, at innan 10 ár fara umleið 11 av núverðandi kommunulæknum frá vegna aldur.

? Hetta er ein trupulleiki, sum vit deila við flest øll lond, og serliga eru tað útjarðaøkini, sigur Kári Rasmussen.

? Um tilgongdin í kommunulæknum ikki veksur, fer hetta at hava fylgjur fyri kommunulæknatænastuna her á landi. Til dømis koyra vit í løtuni við seks vaktarøkjum. Sum ein fylgja av vantandi læknum kann roknast við, at talan fer at verða um at minka talið á vaktarøkjum, og ger hetta, at færri læknar fara at røkta eitt størri øki, og harvið kann ein siga, at tænastustøðið minkar.


Sandoyggin uttan lækna


Á Sandoynni hava tey í løtuni ongan faststarvandi lækna, men koyrir Sandoyggin við avloysarum, sum eru settir í eitt styttri tíðarskeið.

? Tað er ikki ráðiligt, at Sandoyggin liggur í læknaloysi, men tað vísir seg at verða ógvuliga trupult at seta læknar har. Hetta kemst av, at starvið í Sandoynni er ógvuliga bundið. Læknarnir koyra í støðugari vakt, tað vil siga 24 tímar um døgnið allar dagar um vikuna. Teir ungu læknarnir í Føroyum tíma ikki sovorðið. Teir vilja eisini hava frí til familju og annað.

Eins og Andrias Petersen, kommunulækni í Gøtu, heldur Kári Rasmussen, at hetta er ein ónd ringrás, og um onki verður gjørt slepst ikki úr ringrásini.

Men heldur Kári Rasmussen tað verða ráðiligt, at læknarnir í Føroyum hava so stóra arbeiðsbyrðu?

? Ynskiligt er tað ikki. Tað sigur mestsum sjálvt, at tá ein lækni er væl fyri so útførir hann eitt betri arbeiðsavrik, enn tá hann er móður. Læknar eru hóast alt ikki meira enn menniskju.


Skipanin bíligari


Kommunulæknaskipanin í Føroyum er væl bíligari enn til dømis skipanin í Danmark. Í Danmark gjalda tey meira fyri læknahjálp. Talan man verða um triðjingin minni í Føroyum.

? Hetta ger, at tað verður verri útvega nýggjar læknar, tí í síðsta enda er talan um minni løn, greiðir Kári frá. ? Nógv frísk luft skal til fyri at fáa læknar at arbeiða fyri eina minni inntøku enn teir møguliga høvdu fingið aðrastaðni.

? Um alt skal virka, so haldi eg, at meiri peningur má í skipaninia, og ein verður noyddur at gera ein størri innsats fyri at fáa arbeiðsviðurskiftini hjá læknunum betri. Fyri at fáa læknar at støðast í útjarðaøkjunum, er tað eisini týdningarmikið at gera eitt miðvíst arbeiði fyri at fáa familjurnar hjá læknunum at trívast.

Loysnin til trupulleikan er heilt vist ikki einkul. Men sum er nú mugu sandoyingar og onnur bert brynja seg við toli, tí loysnin sær ikki út til at liggja í nærmastu framtíð.