KÍ risti stríðandi víkingar av sær

KÍ er aftur á 2. plássi eftir 4-1 sigur á Víkingi, sum nú er dragnað í oddastríðnum.

Tað var týdningarmikil dystur á skránni í Klaksvík í kvøld, har KÍ og Víkingur brustu saman og skuldu royna at halda samband við oddastríðið, har HB hevur hug at renna undan hinum.

Tað var heimaliðið, sum fekk eina góða byrjan og fekk tillutað brotsspark eftir smáum 10 minuttir, tá ið Vukasin Tomic hevði hondina á bóltinum. Hetta vóru Víkinga-leikararnir misnøgdir við, men Dagfinn Forná hevði peikað á brotssparksblettin, og Jóannes Bjartalíð setti brotssparkið trygt í netið til 1-0.

Eftir hetta stríddi Víkingur seg væl innaftur í dystin, og tá ið hálvur tími var eydnan við teimum, tá ið eitt langskot hjá Lukasz Cieslewicz varð avrættað og broytti kós í KÍ-málið til 1-1.

Góðar fimm minuttir fyri hálvleikssteðgin legði KÍ seg aftur á odda. Hesaferð var tað Odmar Færø, sum setti pannuna á eitt frálíkt frísparksinnlegg frá Jóannesi Bjartalíð. Aftur her vóru Víkinga-leikararnir misnøgdir við dømingina, hesaferð við frísparkið. 2-1 til KÍ í hálvleikssteðginum.

Stutt inn í seinna hálvleik økti Jóannes K. Danielsen til 3-1 til KÍ, tá ið hann var lúrin har frammi á vøllinum og gagnnýtti eitt mistak í Víkinga-verjuni.

Víkingur royndi at svara aftur og Bogi R. Petersen hevði eitt nú eitt dundurskot á tvørtræið, men tað var KÍ, sum fekk síðsta orðið tveir minuttir fyri leiklok, tá ið Alessio Hyseni skeyt sítt fyrsta mál fyri KÍ og tryggjaði KÍ ein 4-1-sigur.

KÍ hevur við sigrinum lyft seg upp aftur á eitt deilt 2. pláss saman við NSÍ, meðan tapið var dýrt fyri Víking, sum nú eru dragnaðir nakað í oddastríðnum.


KÍ - Víkingur 4-1 (2-1)

1-0: Jóannes Bjartalíð, 9. (br.)

1-1: Lukasz Cieslewicz, 30.

2-1: Odmar Færø, 38.

3-1: Jóannes K. Danielsen, 55.

4-1: Alessio Hyseni, 88.


KÍ: Kristian Joensen - Jóannes K. Danielsen, Jesper Brinck, Odmar Færø, Ísak Simonsen - Alessio Hyseni - Jóannes Bjartalíð, Jákup B. Andreasen, Patrik Johannesen (64. Boris Dosljak) - Páll Klettskarð (46. Jonn Johannesen), Ole Erik Midtskogen (89. Steinbjørn Olsen)

Gul kort: Jóannes K. Danielsen, Alessio Hyseni, Jesper Brinck


Víkingur: Elias Markná – Ari Olsen, Atli Gregersen, Vukasin Tomic, Bergur Gregersen – Gunnar Vatnhamar, Bogi R. Petersen – Lukasz Cieslewicz (81. Hans Jákup Lervig), Gunnar Vatnhamar, Sølvi Vatnhamar, Jákup Johansen (63. Finnur Justinussen) – Andreas Lava Olsen

Gul kort: Vukasin Tomic, Jákup Johansen, Atli Gregersen


Støðan, Betrideildin

1. HB, 21 stig

2. NSÍ, 16 stig

3. KÍ, 16 stig

4. B36, 15 stig

5. Víkingur, 11 stig

6. ÍF, 10 stig

7. EB/Streymur, 6 stig

8. TB, 2 stig

9. AB, 2 stig

10. Skála, 1 stig