Kærkomin sigur til strandakvinnur

Kvinnurnar hjá StÍF tryggjaðu sær leygardagin tvey kærkomin stig, tá ið tær í einum tøttum og spennandi dysti vunnu við einum máli á VÍF.

Strandakvinnur gjørdu leygardagin eitt lítið lop upp eftir stigatalvuni í Sunset-kappingini, efter at tað eydnaðist teimum at fáa tvinni stig til høldar, tá ið VÍF var og vitjaði á Skála.

Fimm avgerandi minutter
Tað var væntandi, at dysturin fór at gerast rættuliga javnur, men tey flestu høvdu óivað væntað, at VÍF fór at draga longra stráið, og soleiðis sá tað eisini út í løtum av dystinum. Í fyrra hálvleiki gekk annals sera javnt á, og ongantíð vóru tað meiri enn tvey mál á muni millum liðini, og tað var ikki fyrr enn beint fyri hálvleik, at vestmannakvinnur fingu lagt seg fram um við tveimum málum í seinasta minuttinum.
Eftir steðgin gekk framvegis rættuliga javnt á, men VÍF hevði munin fyrstu løtuna, og tað sá út til at gerast trupult hjá heimaliðnum at fáa fatur á gestunum aftur. Men um miðjan seinna hálvleik kom stígur í hjá VÍF, samstundis sum tað av álvara kom ferð á álopsspælið hjá strandakvinnum. Frá at verða aftan fyri við einum máli 19-20, tá ið seinni hálvleikur var hálvrunnin, vendi StÍF fullkomiliga dystinum, tí einans fimm minnutir seinni høvdu tær lagt seg á odda 24-20 við fimm málum á rað.
Henda kollvelting tók fullkomiliga gassið av ballónini hjá VÍF, og at vinna fýra mál aftur seinastu tíggju minuttirnar av dystinum, gjørdist ein ov møtumikil uppgáva fyri gestirnar úr Vestmanna, hóast tær gjørdu eina góða roynd. Hóast VÍF í allarseinastu løtu av dystinum fekk minkað niður í 24-25, so fingr tær ongantíð skapt spenning aftur í dystin. Harvið tryggjaði StÍF sær tvey kærkomin stig, og fingu lagt seg nakað fram um Kyndil, ið er næstaftast á stigatalvuni í Sunset-kappingini.

StÍF-VÍF 25-24(11-13)
StÍF: Súnfríð Jacobsen 11(6), Rebekka Justinussen 5, Poula Olsen 4, Paula Høgnesen 3, Rósa Johansen 1, Anna Danielsen 1
VÍF: Ioana Rapa 8, Fríða Marjunardóttir 8(4), Alis Høghamar 2, Linda Johannesen 2, Eyðrit Andreasen 2, Finngerð Jensen 1, Sára Jógvansdóttir.
Brotskøst: StÍF 6(6), VÍF 5(4)
Útvísingar: StÍF 1, VÍF 1
Dómarar: Brandur Johansen og Heri Petersen