Húsavørðarnir eru ógvuliga ivingarsamir, nú ein nýggj skipan skal setast í verk, og teir hava vent sær til síni fakfeløg við málinum.
Kristian Eli Brimsvík váttar, at teir hava tosað við onkrar av húsavørðunum.
- Tað er altíð soleiðis, at tá broytingar koma í, og okkurt nýtt tekur seg upp, so er tað altíð ivamál, sigur Kristian Eli Brimsvík.
Hann vil ikki siga, at húsavørðarnir hava latið málið upp í hendurnar á fakfelagnum at taka sær av.
- Eg haldi ikki, at eg fari at gera aðrar viðmerkingar, so leingi sum samband er millum partarnar, sigur Kristian Eli Brimsvík.