Kórstevnan 2000 stendur fyri durum

Á stóru kórstevnuni fyri trimum árum síðan, sum hevði heitið ?Kórstevnur Føroya tríati ár? varð avgjørt, at ?Kórstevnan 2000? skuldi verða næsta stevnan í høvuðsstaðnum, her sum hetta árliga kórstevnuhald byrjaði í 1967. Stevnan byrjar mikukvøldið 31. mai og endar við konsert og veitsluhaldi leygardagin 3. juni.

Tað hevur kanska verið hildið, at stevnurnar úti um landið eru festligari, av tí at kórsangararnir tá búgva á skúlum og tí eru saman alt stevnuhaldið; men í ár kann Havnin bjóða somu umstøður, við tað at Eysturskúlin verður karmur um kórstevnuna bæði til sam-sang og til bústað.

Fyri at geva kórstevnuni nú við túsundáraskiftið eitt breiðari innihald verða tað í ár tveir høvuðskórleiðarar. John Høybye er gitin um øll Norðurlond og eisini uttan fyri fyri sítt kórarbeiði og er eisini vælkendur tónlistamaður her í landinum. John hevur fleiri ferðir áður havt okkara kórstevnur um hendur og hevur annars havt sera gott samarbeiði við sín góða vin Frits Johannesen í Fuglafirði og hansara legendariska gentukór.

John Høybye hevur í ár sum aðalverk kosið sær gitna kór- og orkesturverkið Sacred Concert, t.e. Heilag konsert, eftir jazzhøvdingin Duke Ellington. Í hesari útgávuni av verkinum, sum John sjálvur saman við kenda danska tónlistamanninum Peder Pedersen hevur lagt til rættis, hevur kórið ein serligan leikleilut, men verður annars eisini sum upprunaliga framført saman við sopransolisti og stórbandi.

Solo fer svenska jazzsangarinnan Eleanora Johansson at syngja, og orkesturspælinum tekur føroyski úrvalsbólkurin JASPIS sær av.

Við sínum kóri TRITONUS, sum eisini verður við á kórstevnuni, hevur John Høybye framført hetta verk bæði í USA og úti í Europa.

Hin høvuðskórleiðarin verður norska Tone Bianca Dahl. Tone er kend bæði í Noregi og í norðurlendska kórheiminum eitt nú í sambandi við regluligu kórstevnurnar ?Nordklang?. Tone er lærari í kórleiðslu og musikkteoretiskum greinum á Østlandets Musikkhøyskole, t.e. konservatoriinum í Oslo, og hevur sjálv fleiri kór um hendur. Kendast av hesum man manskórið Den norske Studentersangforening vera.

Á hesari síni fyrstu Føroyavitjan fer Tone B. Dahl at arbeiða við norskum kórtónleiki. Millum annað sleppa kórsangararnir undir hennara hondum at uppliva slíkar perlur sum ?Ved Rondane? og ?Våren? eftir norska tjóðarkomponistin fram um allar Edvard Grieg.

Upprunaliga var ætlanin, at Tone og John skuldu arbeiða hvør sær við sínari helvt av stevnuluttakarunum; men nú verður hildið, at hugnaligari er við einum felagskóri, soleiðis at sangararnir fáa høvi til at uppliva báðar kórleiðararnar og tað, sum tey hava at bjóða.

Limakórini í Kórsambandi Føroya hava øll fingið fráboðan um og innbjóðing til stevnuna; men kórstevnan stendur eisini sangarum uttankóra í boði. Fólk skulu bara flyta luttøkugjaldið upp á 400 kr., sum eisini fevnir um mat og gisting, + 150 kr., um ynski er at vera við til veitsluna aftaná, inn á konto nr. 4986336 í Føroya Banka ella konto nr. 1271328 í Føroya Sparikassa og leggja navn við. Hetta gjørt skulu sangarar skrivliga boða frá til ?Kórstevnu 2000? v/ Doru Samuelsen, Handan Á 4, ella ringja til Doru á tlf. 31 48 50. Ringjast kann eisini til skrivara kórsambandsins Palla Askam (tlf. 31 23 06 (arb.) ella 42 43 04 (heima)) ella til formannin Ólav Hátún tlf. 31 18 19.

Seinasta tilmeldingarfreist er nú sett til týsdagin 24. mai á miðdegi.


Kórini í Havn og Kórsamband Føroya