Kórsangurin trívist í Føroyum
Sigvør Laksá er ein av fyrireikarunum til Kórstevnuna. Í ár var tað felagskórið Gøta/Leirvík ið saman við Kórsamband Føroya ið skipaðu fyri stevnuni. Sigvør Laksá syngur við Felagskórinum Gøta/Leirvík, og hevur verið við at fyriskipað tiltakið.
Tað kann vera, at fólk ikki hava so góða tíð longur. Fyrr góðu fólk sær kanska betur tíð at syngja, men nú tykist tað sum um mynstri broytist. Tey smáu bygdakórini missa kanska sínar bestu sangarar til tey størru, betru kórini, og hetta merkir helst, at nøkur smá kór ikki hava lív laga longur. Hetta vil tó vera við at hækka um støðið á føroyskum kórsangi, sigur Sigvør við Sosialin. Nógv av kórunum eru eisini upptikin við nógvum virksemi. Onkur kór eru úti og ferðast, og onkur eru kanska upptikin av øðrum tiltøkum.
Sigvør greiðir eisini frá, at fyrireikararnir høvdu avgjørt frammanundan at Kórstevnan skuldi strekkja seg yvir fleiri dagar.
At enda vóru tað ikki fleir enn 80 fólk ið høvdu meldað seg til stevnuna, og hetta er als ikki nógv. Tískil høvdu vit gott kunna valt at avlýst Kórstevnuna, men vit vildu gjarna royna at hava hana, sigur Sigvør.
Hóast Kórstevnan ikki hevur verið líka stór seinastu árini, so er hon hóast alt ein týðandi táttur, ið hoyrir føroyska kórsanginum til. Stevnan hevur bara einaferð verið heilt avlýst, og tað var í 2001 ella 2002, sigur Sigvør.
Heimskendur kórleiðari kom á vitjan
Sigvør sigur við Sosialin, at tá ið tey settust at leita eftir einum kórleiðara ið skuldi hava tað stóra felagskórið undir leiðslu, fall valið skjótt á svian Robert Sund.
Robert Sund er ein av teimum heilt kendu. Hann er tiltikin um allan heim, og hann hevur áður verið á vitjan í Føroyum í samband við Kórstevnuna. Vit eru sera glað fyri, at tað lat seg gera at fáa Robert hendan vegin.
Nakað sum var heilt serligt til hesa Kórstevnuna var, at hesaferð var partur av tónleikinum, sum felagskórið framførdi, skrivaður av einari lokalari gentu. Felagskórið framførdi nøkur løg hjá songfuglinum Eivør Pálsdóttir, við útsetingum sum John Høybye hevur snikkað til. John Høybye hevur áður útsett føroyskan popptónleik til kórsatsir, m.a. hevur hann fyri nøkrum árum síðan snikkað eina vakra útseting av Um Eg Kundi Kvøðið hjá Stanley Samuelsen. Fyri at krydda konsertina enn meira, høvdu tey fingu Eivør Pálsdóttir at luttaka á konsertini. Eivør sang solo til tvey løg, men áhoyrararnir vildu hoyra eitt sindur meir frá henni, og fryntlig sum Eivør er, sang hon okkurt eykalagið.
Felagskórið hevur ikki langa tíð at venja tilfarið til konsertina. Saman við Robert Sund høvdu vit fríggjadagin og ein part av leygarmorgninum at venja í, so tað er ikki long tíð. Afturat tí var tilfarið eisini rættiliga torført at læra, fortelur Sigvør.
Men framførslan riggaði heilt fantastiska væl, sigur Sigvør. Bæði áskoðarar og Robert Sund lata sera væl at konsertini og tiltakinum sum heild. Konsertin var sera glað, og hetta er nakað sum áskoðarunum dámdi væl.
Jubileum komandi ár
Kórstevnan 2007 verður heilt serlig. Tá hevur hon 40 á baki. Ólavur Hátún og hansara kór hava bjóðað seg til at taka sær av henni tá.
Vónandi verður áhugin stórur fyri at luttaka á komandi kórstevnu. Flest øll av teimum sum vóru við hesaferð munnu heilt leita aftur komandi ár, tí at stevnan riggaði sum heild heilt fantastiska væl í ár, sigur Sigvør at enda við Sosialin.
Stuttlig og góð konsert
í Gøtu
Í sambandi við kórstevnuna 2006, var konsert í Gøtu Kirkju.Millum annað sang Eivør Pálsdóttir tvey sololøg saman við felagskórinum
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Felagskórið Gøta/Leirvík og Kórsamband Føroya skipaðu fyri kórstevnuni 2006. Hetta var fyrstu ferð síðan í 2000, at kórstevnan aftur verður hildin eftir gamla mynstrinum yvir fleiri dagar.
Endabresturin í sambandi við kórstevnuna var í Gøtu Kirkju í gjár, tá einstøku kórini, Felagskórið og Eivør Pálsdóttir høvdu konsert. Umframt felagskórið upptraðkaði eisini Felagskórið Gøta/ Leirvík, Glymur, Fuglfirðingar, Ljómur, Kristiliga Kórið og Kórið hjá Jóhan.
Sambært Dáva Winther, vildi onkur vera við, at besta kórið vóru Fuglfirðingarnir, sum ikki hava vant síðani á jólum teir átta við mentamálaráðharranum á odda.
Tá skal varða sagt, at kórstevnan snýr seg ikki um at vera best, sigur Dávur, sum eisini greiddi frá, at Samson í Lambanum undirhelt við, at teir dugdu bert jólasangir, og tí ætlaðu at byrja við sanginum Jólastjørnan.
Tað var somikið skemtiligt í kirkjuni, at takið hevði hug at fara upp frá sum láturin rungaði, sigur Dávur. Og hann heldur fram, at hetta var hóast deknurin las upp reglur fyri, at ikki var loyvt at klappa í kirkjuni.
Men hann nevndi einki um, at tað var loyvt at flenna hart, og tað bleiv tað í ríkiligt mát, tá ið Samson greidd frá teirra virki. Kórið sang Nánd og eisini eitt lag eftir Jógvani á Lakjuni við orðum av Victor Danielsen, sigur Dávur Winther at enda.