KÍ setti Esbjerg upp á pláss

Klaksvíkingar vunnu uppiborið 2-0, tá ið bronsuvinnararnir úr superliguni vitjaðu í Klaksvík mikukvøldið
KÍ vísti NSÍ vegin, tá ið klaksvíkingar mikukvøldið spældu føðingardagsdyst ímóti Esbjerg. Danska liðið skal leygardagin spæla seinna Intertoto Cup dystin ímóti NSÍ, og tá er kravið til NSÍ ein 2-0 sigur, ætlar liðið sær víðari. Og 2-0 var júst tað, sum KÍ kláraði at vinna á Esbjerg mikukvøldið.
Esbjerg byrjaði dystin við skjótum og ágangandi spæli, men KÍ-verjan stóð stinn. So hvørt sum dysturin leið, kom KÍ alt meira upp í part, og í løtum í seinna hálvleiki, vóru tað vertirnir, sum høvdu yvirvág.
Fyrra málið hjá KÍ kom eftir hornaspark í fyrra hálvleiki, sum Ove Nysted stútaði í málið. Og beint fyri leiklok økti innskifti Frank Joensen til 2-0 eftir eitt sera gott álop.
Ferðalagið úr Esbjerg býr á Viðareiði, og teir venja í Norðoyggjum undan dystinum móti NSÍ leygardagin.
-