KÍ stemplaði av álvara inn í oddastríðið, tá ið tað í góðveðrinum við Løkina í kvøld eydnaðist at vinna sannførandi 2-0 sigur ímóti NSÍ.
Sigurin var merkisverdur, tí higartil í ár er bara eitt mál farið ígjøgnum, tá ið NSÍ hevur átt heimavøll.
Klaksvíkingar vóru ágrýtnari mest sum alla tíðina, og teir spældu seg til fleiri upplagdar málmøguleikar.
Hjá NSÍ riggaði millum lítið og einki. Á sentrala miðvøllinum sást tað væl, at tað er brúk fyri stríðsmanninum, sum nú flytur úr Lyngby og superliguni og til NSÍ. Heimaliðið megnaði at spæla seg til ein góðan málmøguleika, og tá bjargaði Kristian Joensen, sum annars var arbeiðsleysur, sera væl.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki fekk KÍ úrtøku úr yvirvágini. Deni Pavlovic stútaði við handara stólpa KÍ framum miðskeiðis í fyrra hálvleiki eftir horna úr vinstru.
Sum seinni hálvleikur leið var KÍ yvirvágin heilt stór, og tað vóru fleiri stórir møguleikar at økja um leiðsluna, áðrenn tað eydnaðist. Jonn Johannesen var brádliga leysur mitt fyri og stutt út málinum, og Tórður Thomsen bjargaði framúr væl. Og so varð Páll A. Klettskarð spældur leysur innanfyri verjuna. Hann smekkaði til, og aftur bjargaði NSÍ málverjin frágera væl.
Páll A. Klettskarð økti til 2-0, tá ið ein tími var farin. Jákup B. Andreasen, sum saman við sera væl upplagda Deni Pavlovic ráddi á sentrala miðvølinum, steðgaði á miðjuni álopi hjá heimaliðnum, Jóannes Bjartalíð spældi fram til Patrik Johannesen, sum sneiddi seg fram í brotsteigin og royndi við skoti eitt sindur til vinstru, og við handara stólpa stýrdi Páll A. Klettskarð bóltin í málið.
NSÍ royndi seg við dupultari skifting í 68. minutti, tá ið Aron Knudsen og Pætur T. Skipanes komu á vøllin, men tað eydnaðist ikki at venda spælinum, og síðstu 20 minuttirnar vóru tað fleiri støður, sum kundi havt størri KÍ leiðslu við sær heldur enn, at NSÍ skuldi minka um munin.
##ms##
NSÍ – KÍ 0-2 (0-1)
0-1: Deni Pavlovic 22.
0-2: Páll A. Klettskarð 60.
Dómari: Eiler Rasmussen
NSÍ: Tórður Thomsen – Jákup Jakobsen, Oddur Á. Højgaard, Rógvi Egilstoft – Jann Martin Mortensen, Mórits Heini Mortensen (Pætur Turiðarson Skipanes, 68.), Betuel Hansen, Salmundur Bech (Hans Marius Davidsen, 82.), Jann J. Benjaminsen – Klæmint A. Olsen, Steffan A. Løkin (Aron Knudsen, 68.)
Gult kort: Salmundur Bech, Jann Martin Mortensen, Jann S. Benjaminsen, Betuel Hansen
Venjari: Glenn Ståhl
KÍ: Kristian Joensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Jesper Brinck, Ísak Simonsen (Ólavur Niclasen, 18.) – Jonn Johannesen (Dávid Langgaard, 87.), Deni Pavlovic (Steinbjørn Olsen, 93.), Jákup B. Andreasen, Patrik Johannesen – Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð,
Gult kort: Jákup B. Andreasen
Venjari: Mikkjal Thomassen