Tað var eitt øgiligt skrædl, tá ið KÍ kvinnurnar í kvøld vóru í Sørvági og spældu steypadyst ímóti 07 Vestur.
Hesi bæði liðini eru saman við B36 í bólki A í steypakappingini. Tvey tey bestu liðini vinna seg í hálvfinaluna.
07 Vestur, sum ikki er umboðað í bestu deildini í landskappingini, legði rygg til 14-0 tap eftir 8-0 til KÍ í fyrra hálvleiki.
Evy á Lakjuni var toppskjútti við fýra málum, og Eyðvør Klakstein skoraði trý. Hini KÍ málini skoraðu Ragna Patawary (2), Birita Ryan (2), Sanna Svarvadal, Sigrid Jacobsen og Malena Josephsen.
Tveir minuttir undan leikloki sá KÍ veteranurin Malena Josephsen fyrst gula kortið og síðani beinleiðis reyða kortið. Tað ber við sær, at hon verður leikbannað leygardagin, tá ið KÍ í landskappingini fær vitjan av HB. Hesi bæði liðini eru væl við í kappingini um oddasessin.
Næsti steypadysturin hjá 07 Vestur verður á útivølli ímóti B36 22. apríl.
Næsti dysturin hjá KÍ í steypakappingini verður 2. mai á heimavølli ímóti B36.