Tað var ein øgilig fyrsta roynd hjá Sorin Anghel sum Skálavenjari. Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, vísti talvan 0-6. Longu tá ið 17 minuttir vóru farnir, var støðan 3-0, og so var spurningurin bara, hvussu stórur KÍ sigurin fór at verða.
Odmar Færø, Heini Vatnsdal og Deni Pavlovic vóru í verjuni, og við fimm monnum á miðvøllinum átti KÍ so nógv, at tað varð ikki meiri enn heilt fáar støður í KÍ brotsteiginum.
Tað var klassamunur mest sum alla tíðina. Kropsliga styrkin hjá klaksvíkingum var minst eina deild hægri, enn hon var hjá skálamonnum, og so nyttaði tað so lítið, at Skála eigur fleiri spælarar, sum eru góðir við bóltinum og vita, hvussu tað eigur at vera.
Trý tey fyrstu málini skoraðu væl uppløgdu Jóannes og Jóannes. Bjartalíð átti tey tey fyrstu, og tað triðja skoraði Jóannes K. Danielsen, sum í dag var kantur í vinstru. Hann var spældur leysur mitt fyri og innanfyri verjuna, sum royndi at seta rangstøðufellu, og so pløkkaði fyrrverandi álopsspælarin bóltin upp í málhornið.
KÍ skifti onkrar av lyklaspælarunum út, og seinnapartin av seinna hálvleiki skoraðu tríggir ymiskur spælarar – Deni Pavlovic, Páll A. Klettskarð og Jonn Johannesen.
Patrik Johannesen var sera eyðsýndur. Hann var ikki millum málskjúttarnar, men hann átti næstsíðsta fót á í fýra málum.
Trivaligi sigurin ber við sær, at KÍ í løtuni er fremsti avbjóðarin hjá HB, og at Skála í løtuni er besta boðið upp á niðurflytara.
Skála – KÍ 0-6 (0-3)
0-1: Jóannes Bjartalíð 5.
0-2: Jóannes Bjartalíð 15.
0-3: Jóannes K. Danielsen 17.
0-4: Deni Pavlovic 68.
0-5: Páll A. Klettskarð 80.
0-6: Jonn Johannesen 88.
Dómari: Kári J. á Høvdanum
Skála: Bárður á Reynatrøð – Jóhan Waag Høgnesen (Mikal á Reynatrøð, 77.), Petur Pauli Mikkelsen, Teitur R. Joensen, Hjalti Strømsten – Pætur Dam Jacobsen, Haraldur R. Højgaard (Niels Pauli Danielsen, 65.) – Poul Kallsberg, Ronni Møller-Iversen, Andreas Egeberg Jacobsen (Heðin Klakstein, 46.) – Jan Ingason Hansen
Gult kort: Haraldur R. Højgaard, Pætur Dam Jacobsen, Jóhan Waag Høgnesen
Venjari: Sorin Anghel
KÍ: Kristian Joensen – Heini Vatnsdal, Odmar Færø (Ólavur Niclasen, 60.), Deni Pavlovic – Jonn Johannesen, Jóannes Bjartalíð (Steinbjørn Olsen, 77.), Jákup B. Andreasen, Patrik Johannesen, Jóannes K. Danielsen – Ole Erik Midtskogen (Jesper Brinck, 46.), Páll A. Klettskarð
Gult kort: eingin
Venjari: Mikkjal Thomassen