KÍ steypavinnari fyri 10. ferð

KÍ kvinnurnar megnaðu at standa seg ímóti stóra trýstinum, sum tær undan steypafinaluni søgdu seg kenna. Meðan B36 liðið, sum fyri tað mesta er mannað av blaðungum spælarum, aftur og aftur undirstrikaði, at tær høvdu alt at vinna, so ásannaði KÍ liðformaðurin, Malena Josephsen, at tær høvdu alt at tapa.

KÍ megnaði at standa ímóti trýstinum. Sum 2. hálvleikur leið og serliga síðsta korteri,ð so koppaði tað alt meiri KÍ til fyrimunar, og tær bláu spældu seg til møguleikar.

Tá ið eitt lítið korter restaði, skoraði KÍ sigursmálið. Miðvallarin Elsa Maria Simonsen sendi horna innfyri úr vinstru, og Sofía Purkhús átti síðsta fótin á.

1. hálvleikur endaði 1-1, og eisini í fyrra førinum var tað Sofía Purkús, sum var KÍ málskjútti, eftir at Rannvá B. Andreasen hevði lagt innfyri úr vinstru. Unnur Danielsen javnaði, eftir at Brynja Høj og Margit Magnusdóttir høvdu staðið fyri uppspælinum.

Hetta er 10. ferðin, at KÍ hevur tryggjað sær sigur í steypakappingini.

Tað er Bjørn Kalsø landsstýrismaður í mentamálum, sum handar KÍ liðformanninum Malenu Josephsen steypið.

 

KÍ-B36 2-1 (1-1)

Steypafinala

1-0: Sofía Purkhús 13.

1-1: Unnur Danielsen 35.

2-1: Sofía Purkhús 76.

Dómari: Elsa Andreasen

KÍ: Randi Wardum – Una Joensen, Malena Josephsen, Ragna Pataway (Bára Skaale Klakstein), Katrina Akursmørk – Elsa Maria Simonsen, Rannvá B. Andreasen, Sigrid Jacobsen – Sofía Purkhús, Ása Thomsen, Maria Thomsen (Eyðvør Klakstein 90.)

B36: Bjarta Johansen - Kristianna Balle, Anja Weyhe, Rakul M. Johannesen, Sigrid Petersen - Brynja Høj, Unnur Danielsen, Anna Malena Højgaard, Birita Mortansdóttir (Helena Johannesen, 68.), Margit Magnusdóttir - Vár Næs

 

 

 

LIÐUGT!

2-1

KÍ kvinnurnar hava við 2-1 sigri á B36 tryggjað sær sigur í steypakappingini fyri 10. ferð. Nú verður gjørt klárt til steypahandan.

 

90 min.

2-1

Eyðvør Klakstein er komin í KÍ álopið fyri Mariu Thomsen. Dómarin hevur lagt tveir minuttir aftrat.

 

85 min.

2-1

B36 roynir at spenna álopsbogan, men tað hevur ikki eydnast teimum í árstalsfelagnum at spæla seg til møguleikar. Heldur er tað meiri vandamikið, tá ið KÍ fer í álop.

 

80 min.

MÁL

2-1: Sofía Purkhús 76.

So hevur KÍ fingið úrtøku burtur úr yvirvágini. Enn eina ferð var Sofía Purkhús málskjútti. Hon fekk síðsta fótin á, eftir at B36 málverjin ikki megnaði at halda bóltinum, tá ið Elsa Maria Simonsen hevði sent hornaspark innfyri úr vinstru.

 

75 min.

1-1

KÍ er ofta í B36 brotsteiginum, og Maria Thomsen hevur havt risa møguleika, eftir at Elsa Maria Simonsen hevði spælt hana leysa. Maria lyfti bóltin upp um Bjartu Johansen í B36 málinum, men bóltrin fór dygst við síðuna av.

 

70 min.

1-1

KÍ hevur nógv spæl, og serliga eyðsýnd er Rannvá B. Andreasen, sum hevur havt rimmar skot úr átjan metrum, men bólturin fór ein metur við síðuna av málinum.

B36 hevur skift út. Birita Mortansdóttir er farin av miðvøllinum og í hennara stað er komin Helena Johannesen, sum er sett fram í álopið.

 

65 min.

1-1

KÍ hevur hug at leggja trýst á.

Bára Klakstein er komin í KÍ miðverjuna í staðin fyri Ragna Pataway,sum tykist darva av skaða.

Hóast tær í B36 hava hana í sera stuttum tjóðri, so megnar Rannvá B. Andreasen ógvuliga nógv einsamøll.

 

60 min.

Tað er stórt stríð um miðvøllin og fáir málmøguleikar.

 

55 min.

1-1

KÍ hevur síðstu løtuna havt størri trýst, og eftir innlegg frá Sofíu Purkhús úr høgru hevði Maria Thomsen risa møguleika. Hon fekk ikki tak á bóltinum.

 

50 min.

1-1

Tað hava verið spentar støður frammanfyri bæði málini fyrstu løtuna eftir steðgin. Bæði liðini leggja nógv fyri í nærdystunum.

 

HÁLVLEIKUR

45 min.

1-1

Tær eru farnar at hvíla seg, og tað er framvegis púra opið, um tað verður KÍ ella B36, sum fer at vinna steypafinaluna.

Síðstu løtuna hevur KÍ verið tættari við at skora, men tað hevur ikki eydnast, og tá ið B36 hevur víst, at tað ber til at fáa mál, uttan at tær hava so nógv spæl, so kennist tað framvegis at vera tætt og spennandi.

 

40 min.

1-1

Í fyrsta álopinum eftir at B36 hevði javnað, hevði KÍ risa møguleika at leggja seg framum aftur. Eftir innlegg úr høgru og til handara stólpan royndi Maria Thomsen seg góðari støðu við stútara, men bólturin fór dygst við síðuna av stólpanum.

 

35 min.

1-1: Unnur Danielsen 35.

MÁLEftir snilt eitt tvey samanspæl hevur Unnur Danielsen javnað fyri B36. Á miðásinum spældi hon saman við Margit Magnusdóttir, og tá ið Unnur gjørdist leys innanfyri verjuna, sendi hon bóltin framvið Randi Wardum, sum kom út úr málinum.

 

30 min.

1-0

Talan hevur ikki verið um stórvegis málmøguleikar.

 

25 min.

1-0

KÍ hevur havt fyrsta hornasparkið, og tað var ikki sørt vandamikið, men B36 megnaði at rudda burtur.

Tað tykist sum um, at KÍ nú hevur fingið betri tak á spælinum, og alt meiri gongur fyri seg á B36 hálvuni.

 

20 min

1-0

Tað eru framvegis nervar uppií. Spælararnir kennast vera stressaðar, og tað ber við sær, at talan er um nógv mistøk og skeivar sendingar.

Tað var um reppið, at B36 javnaði, tá ið Rakul M. Johannesen eftir hornasparksinnlegg úr vinstru stútaði ímóti málinum. Rannvá B. Andreasen fluktaði bóltin upp undir tvørtræið og niður á málstrikuna. Tær í B36 veitraðu fyri, at bólturin hevði verið innanfyri, men dómarin tagdi.

 

 

15 min

1-0: Sofía Purkhús 13.

MÁL

So hava favorittarnir úr Klaksvík lagt seg á odda. Málskjútti var Sofía Purkhús. Hon var púra leys mitt fyri málinum, tá ið hon úr fimm metra fjarstøðu stýrdi bóltin í málið. Uppspælið var mitt fyri og út í vinstru, og tað var Rannvá B. Andreasen, sum legði innfyri.

 

10 min.

0-0

Tað gongur framvegis javnt á. Mest upplagda málmøguleikan hevur KÍ havt eftir innlegg úr høgru, men skotroyndin mitt fyri og úr átta metrum varð blokerað - at einum KÍ spælara.

B36 hevur sera vakið eyga við Rannvá B. Andreasen, sum verður mansvard.

 

 

5 min.

0-0

Líkindini eru av teim fagrastu, nú kvinnuliðini hjá KÍ og B36 eru farin undir steypafinaluna. Fyrstu løtuna hava bæði liðini roynt seg ímóti málinum, og kanska hevur B36 verið meiri í álopi enn KÍ, men tað hevur ikki verið nakar serligur munur á liðunum.

 

KÍ-B36 kl. 16.15

Steypafinala

Dómari: Elsa Andreasen

KÍ: Randi Wardum – Una Joensen, Malena Josephsen, Ragna Pataway, Katrina Akursmørk – Elsa Maria Simonsen, Rannvá B. Andreasen, Sigrid Jacobsen – Sofía Purkhús, Ása Thomsen, Maria Thomsen

B36: Bjarta Johansen - Kristianna Balle, Anja Weyhe, Rakul M. Johannesen, Sigrid Petersen - Brynja Høj, Unnur Danielsen, Anna Malena Højgaard, Birita Mortansdóttir, Margit Magnusdóttir - Vár Næs