Tað er altíð strevið at spæla móti VB á Vágseiði. Hetta vita allir fótbóltsspælarar, og klaksvíkingar fingu hetta enn eina ferð staðfest, tá teir sunnudagin vóru fyrstu ferð í Suðuroy.
KÍ vann 3?1 í einum dysti, sum bar brá av, at talan var um fyrstu týdningarmiklu royndina á árinum, og nú verður talan so at siga um toppdyst, tá klaksvíkingar komandi sunnudag skulu til Sumbiar.
VB spældi við tíggju monnum í meiri enn ein hálvan tíma. Krzysztof Popczynski og Jan Andreasen fingu eftir samanbrest eitt gult kort í part, og tá VB maðurin í 1. hálvleiki hevði sæð kortið, kom reyða kortið eisini úr lummanum hjá Birgiri Sondum.
Útvísti maðurin hevði í 1. hálvleiki misnýtt tveir stórar møguleikar, og Palli Augustinussen hevði sent í stólpan, áðrenn KÍ setti hol á. Ove Nysted, sum hesa ferð fekk møguleikan at vísa, at hann er møguleiki at fylla holið eftir Kurt Mørkøre, var púra blankur, tá fýra vágbingar høvdu eyguni eftir Heðini á Lakjuni, sum streyk ígjøgnum í vinstru og legði innfyri.
Heðin á Lakjuni var sera væl upplagdur. Hann økti til 2?0 eftir frágera gott uppspæl í høgru, sum Marek var arkitektur aftanfyri, og Heðin staðfesti sigurin í evstu løtu eftir samanspæl við innskifta unglingan Hjalgrím Elttør.
VB stríddist nógv, eftir at teir høvdu mist ein mann. Jón Pauli Olsen, sum varð fluttur fram í álopið, tá teir fingu reyða kortið ímóti sær, minkaði um munin, eftir at Robert Cieslewicz í høgru hevði sneitt fleiri av og frá baklinjuni lagt innfyri.
Kend andlit
Bæði vágbingar og klaksvíkingar hava mest sum sama fólkið tókt, sum teir høvdu í fjør. Hjá VB var Eyðun Jacobsen aftasti útispælarin frammanfyri Bjarna Johansen, og Magni Jacobsen og Mikael í Lágabø vóru eisini í miðverjuni.
Palli Augustinussen var á miðvøllinum í høgra borði og Jón Pauli Olsen í vinstra borði. Janus Kjærbo var verjukendur miðvallari, og hini bæði miðvallarplássini røktu Tórður Holm og Milan Kulic. Í álopinum vóru Robert Cieslewicz og Krzysztof Popczynski. Jón Gærdbo, Petur Óli Samuelsen og Marner Richard vórðu allir skiftir inn.
Pól Thorsteinsson er plágaður av skaða. Enn er ógreitt, um hann fer at spæla við VB, ella um hann flytir til Reykjavíkar at spæla við Váli.
Hjá KÍ var Gunnar á Steig í málinum. Andrzej Pacek var skaddur, og í fýra manna verjuketuni vóru Harley Bertholdsen, Niclas Niclasen, Jan Andreasen og John Ryan. Á miðvøllinum vóru Rógvi Jacobsen, Jan Joensen og Marek Vierzbicki, og í álopinum vóru Arnold Joensen, Ove Nysted og Heðin á Lakjuni. Í 2. hálvleiki kom Hjalgrím Elttør inn, og í síðsta minutti varð Fríðin Ziskason innskiftur.
VB?KÍ 1?3 (0?1)
0?1: Ove Nysted 31.
0?2: Heðin á Lakjuni 50.
1?2: Jón Pauli Olsen 70.
1?3: Heðin á Lakjuni 90.
Reytt kort: Krzysztof Popczynski 56.
Dómari: Birgir Sondum