KÍ kvinnurnar stríðast í nógvum hita í Portugal. Tá sólin stendur hægst er hitin um tey 40 hitastigini og tað er nógv fyri føroysku spælararnar. Bólkaspælið í Champions League hjá kvinnum fyrigongur upp á tann mátan, at alt bólkaspælið verður avgreitt á einum og sama stað upp á eina viku ella so.
KÍ er í bólki við Ekonomist úr Montenegro, Club Atletico Ouriense úr Portugal og Zurich úr Sveis. Feløgini komu ásamt um at avgeiða bólkaspælið í Portugal.
Javnleik í fyrsta dystinum
Fyrri dysturin var móti Ekonomist úr Montenegro. Tann dysturin bleiv spældur hósdagin og endaði við 1-1 javnleiki. Málið hjá KÍ skoraði Sofía Purkhús, sum eisini bleiv útvíst.
Sofía Purkhús legði KÍ á odda 1-0 aftaná eitt korter. Leiðslan helt til 38 minuttir vóru spældir, tá Armisa Kuc javnaði fyri meistaraliðið úr Montenegro.
Stutt fyri tíð fekk Sofía Purkhús beinleiðis reytt. Hóast KÍ spældi tíggju spælarum, so megnaðu tær at halda fast í javnleikinum. Tað var annars Ekonomist, sum hevur meirilutan av royndunum á mál í dystinum.
KÍ stendur bara noterað fyri eitt skot á mál, meðan liðið úr Montenegro hevði seks. Har til hevði Ekonomist tólv royndir, sum fóru við síðuna av, meðan KÍ onga slíka roynd hevði.
Í hinum dystinum í fyrsta umfarinum í bólki 4 vann sveisiska Zurich heili 5-0 á portugisiska Ouriense.
Skoraði og bleiv útvíst
– Tað var ein blanding av hita, møði og provokation, soleiðis sigur Sofía Purkús um beinleiðis reyða kortið.
Tað mundi koma óvart á tey flestu, sum fylgja við í kvinnufóltbólti í Føroyum, at framherjin hjá KÍ, Sofía Purkhús, fekk beinleiðis reytt kort fyri. Sambært Farosoccer, so er hon bara eina ferð fyrr blivin útvíst.
- Reyða kortið, sum eg fekk, var helst eitt úrslit av hita, møði og provokatión. Tíbetur kom tað seint í dystinum, og vit hava fleiri góðar og klárar leikarar at taka yvir teir næstu dystirnar, so tað ger helst ikki mun, sigur Sofía Purkhús.
- Tað var serliga hart at spæla í fyrra hálvleiki, tí hitin var so nógvur. Tað vóru 42 hitastig og klárur himmal, greiðir Sofía Purkhús frá.
Mótstøðan úr Montenegro var góð og í KÍ leguni høvdu tær avrátt, at fyrst og fremst verja eina stigi.
- Okkara taktikkur var fyri tað mesta at verja og so at satsa uppa kontra. Montenegro eru rættiliga høgar og sterkar, men vit kempaðu allar sera væl, og vit eru væl nøgdar við, at vit fingu hetta eina stigið, sigur Sofía Purkhús.
Monika Biskopstø stóð eisini ein branddyst í málinum hjá KÍ, sum hevði úr at gera.
- Monika stóð eisini sera væl í málinum í hennara debut dysti, og bjargaði fleiri vandamiklum álopsroyndum. Vit høvdu eftir statistikkinum einans eitt skot á mál tilsamans, meðan tær høvdu eini 19, so eg trúgvi at vit eru glaðari fyri javnleikin enn tær, sigur Sofía víðari.
Tepurt tap fyri Ouriense
Í næsta dystinum í bólkaspælinum tapti KÍ tepurt fyri Club Atletico Ouriense úr Portugal. Úrslitið gjørdist 2-1 til Ouriense.
Eftir tølunum at døma, so vóru vertirnir úr Portugal greitt omaná leikliga. Átta minuttir inn í seinna hálvleik kom heimaliði á odda við málið, sum Diana Silva skoraði. Tveir minuttir seinni økti Fatima Pinta til 2-0.
Tá dysturin var ein góðan tíma gamal minkaði Rannvá B. Andreasen við góðum langt úti frá. Tað eydnaðist ikki KÍ at fáa javnleik eins og móti Ekonomist.
Seinasti dysturin verður móti favorittunum í bólkinum, Zurich úr Sveis. Tann dysturin verður í morgin.
Champions League – Kvinnur:
KÍ – Ekonomist 1-1 (1-1)
1-0 Sofía Purkhús, 16
1-1 Armisa Kuc, 38
Gult kort: Sigrun Sirdal, Sigrid Jacobsen
Reytt kort: Sofía Purkhús
KÍ: (4-2-3-1)
Monika Biskopstø – Sigrid Jacobsen, Malena Josephsen, Bára S. Klakstein, Katrina Akursmørk – Rannvá Andreasen, Rakul M. Johannesen – Laila Pætursdóttir, Annika R. Petersen(Eyðvør Klakstein 69.min), Maria Thomsen(Sigrun Sirdal 58.min) – Sofía Purkhús
Á bonkinum uttan at koma inn:
Tove Sólheyg og Ása Klein Olsen
Dysturin í tølum:
KÍ – Ekonomist
Skot á mál: 1-6
Skot við síðuna av: 0-12
Skot á stengurnar: 0-1
Bjargingar: 5-0
Rangstøður: 1-3
Gul kort: 2-2
Reyð kort: 1-0
Club Atletico Ouriense – KÍ 2-1 (0-0)
1-0 Diana Silva, 53
2-0 Fátima Pinto, 55
2-1 Rannvá B. Andreasen, 62
KÍ: (4-2-3-1)
Monika Biskopstø – Sigrid Jacobsen, Malena Josephsen, Bára S. Klakstein, Katrina Akursmørk – Rannvá Andreasen, Rakul M. Johannesen(Maria Thomsen, 45.min) – Laila Pætursdóttir, Annika R. Petersen, Sigrun Sirdal 58.min – Eyðvør Klakstein(Tove Sólheyg 90.min)
Dysturin í tølum:
Ouriense – KÍ
Skot í alt: 28 – 3
Skot á mál: 12 – 2
Skot við síðuna av: 11 – 1
Skot á stengurnar: 1 – 0
Skot blokeraði: 5 – 0
Hornaspark: 10 – 0
Rangstøður: 4 – 0
Gul kort: 0 – 1
Reytt kort: 0 – 0
Fríspørk gjørd: 4 – 7
Støðan:
Bólkur 4:
1. Zurich 6
2. Ouriense 3
3. KÍ 1
4. Ekonomist 1