Sofía Purkhús gjørdist stóri málslúkurin, tá KÍ í gjárkvøldið vann 7-0 á EB/Streymi í útisettum dysti. Sofía skoraði bæði málini fyri steðgin, so hálvleiksleiðslan hjá KÍ var 2-0, og eftir steðgin skoraði hon eisini til 4-0 og 5-0. Undan tí hevði Tove Sólheyg økt um leiðsluna, og aftaná vóru tað Rannvá Andreasen og Elsa Maria Simonsen, ið staðfestu stórsigurin hjá KÍ.
Sum turru tølini siga, var stórur munur á liðunum, og sum skilst úr Klaksvík, kundi sigurin lættliga verið størri, heldur enn at EB/Streymur kundi minkað um munin. Sostatt hevur KÍ væl og virðiliga hølvað burtur úr sundalagskvinnum, tí tá liðini hava spælt fyrr í ár, hevur KÍ vunnið bæði 5-0 og 8-0!
Sigurin merkir eisini, at nú eru KÍ-kvinnurnar aftur á odda í 1. deild hjá kvinnum. Tær hava sama stigatal sum AB-kvinnurnar, men hinvegin er málmunurin heili 26 mál betri. Tí er góður møguleiki fyri, at síðsti dysturin millum oddaliðini bæði, sum verður á Argjum í næstsíðsta umfarinum, tann 27. september, verður tann stóra finalan í bestu kvinnudeildini.
Enn eru tó fleiri dystir eftir at spæla, áðrenn komið verður so langt, og sunnudagin eru tríggir dystir á skránni. Í Gøtu spæla Víkingur og EB/Streymur, á Toftum tekur B68/NSÍ ímóti AB og Skála fær vitjan av KÍ.