KÍ umhugsaði at flyta á Tórsvøll

Nú eru líkindini góð at spæla fótbólt í Klaksvík, har teir fyrrapartin í gjár nevndu møguleikan at spæla á Tórsvølli í kvøld, um tað helt fram at kava

Tá ið klaksvíkingar í vetur funnu nýggjar spælarar, hildu teir seg – sammett við í fjør – at hava styrkt um hópin soleiðis at skilja, at liðið ikki fór at vikna, sum tað gjørdi í fjør, tá ið tað varð skift út.

Trý tey fyrstu umførini hevur tað gingið sum eftir ánni hjá KÍ, sum hevur fulla úrtøku og málmunin 11-0. Longu nú skal hópurin standa sína roynd, tí fleiri av KÍ spælarunum eru ivasamir. Ein av teimum er Odmar Færø, sum fór skaddur av vøllinum í landsdystinum í Moldova. Síðani hevur hann ikki vant saman við liðfeløgunum. Eitt annað ivamál er, um Claes Kronberg er førur fyri at spæla. Í vikuni, sum fór, vandi hann ikki saman við liðfeløgunum.

Ein av nýggju spælarunum, sum enn ikki hevur verið á besta liðnum, er Ivar Rønning. Skírisdag var norðmaðurin fyrra hálvleik á næstbesta liðnum, sum á heimavølli vann 3-1 ímóti HB. Ein annar, sum hevur verið so mikið skaðadarvaður, at hann ikki hevur verið á besta liðnum, er Jesper Brinck. Danski verjuspælarin var allar 90 minuttirnar á vøllinum, tá ið næstbesta liðið skírisdag spældi ímóti HB, og harvið er hann nú tøkur at spæla á besta liðnum.

Norðanfyri hevur tað í vikuni verið rættiliga nógvur kavi. Í gjár bar tað ikki til hjá næstbestu liðunum hjá KÍ og EB/Streymi at spæla. Í dag verður besta liðið hjá EB/Streymi gestur í Klaksvík. Veðurforsøgnirnar eru góðar, og alt bendir á, at tað seinnapartin fer at bera til at spæla fótbólt í Klaksvík. Tá ið teir fyrrapartin í gjár umrøddu støðuna í kavanum har norðuri, var møguleikin umrøddur, at um tað verður frost í vøllinum, so kundi eitt alternativ verið, at dysturin varð fluttur til Havnar og spældur á Tórsvølli í kvøld. Men tað verður eftir øllum at døma ikki aktuelt.

Eftir tveir javnleikir á heimavølli – ímóti ÍF og Víkingi – tapti EB/Streymur 3-0 í Runavík. Tá kendu Jákup Martin Joensen og hansara menn seg ikki at hava marginalirnar á sínari síðu. Nú teir rigga til at fara til Klaksvíkar, er tað smeitur, um liðformaðurin og álitið í miðverjuni, Andras Ó. Olsen, ikki verður førur fyri at spæla. Hann er darvaður av skaða í knænum.

Tað er greitt, at Tóki H. Johannesen og Fannhard Skoradal ikki vera við. Liðformaðurin og verjuálitið Andras Ó. Olsen er skaðadarvaður í knænum, men teir vóna, at hann verður førur fyri at spæla. Eisini Arnbjørn Hansen og Gutti Dahl-Olsen eru ivasamir.