KÍ vann fyrsta dystin

1. DEILD: Gestirnir úr Klaksvík eru á veg av Argjum við 2-0 sigri

Fyrsti dysturin í næstbestu deildini í ár var tíðliga seinnapartin spældur á Argjum. Uppflytararnir í AB høvdu vitjan av KÍ, sum vann næstbestu deildina í fjør.

Úrslitið varð 2-0 til klaksvíkingar. Hálvleiksstøðan var 1-0.

Fyrra málið skoraði verjuspælarin Børge Petersen eftir hornaspark úr vinstru. Tað var, tá ið ein hálvur tími var farin.

Silas Eyðsteinsson, sum vardi AB málið, boksaði bóltin út úr brotsteiginum, klaksvíkingar sendu bóltin flatt aftur í brotsteigin, og so var tað, at Børge Petersen úr eitt sindur spískum í vinstru stýrdi bóltin framvið málverjanum og einum øðrum av heimamonnunum, sum stóð á málstrikuni.

Seinna málið skoraði innskifti Kristian Svabo Eliasen, tá ið tað restaðu tólv minuttir. Hann hevði bara verið fýra minuttir á vøllinum, tá ið hann skoraði. Lítla løtu undan, at KÍ økti um munin, hevði AB heilt stóran møguleika at javna, men Hannis Matras í KÍ málinum vann tvídystin við púra leysa mótstøðumannin.