Fótbóltssambandið skal nú taka støðu til, um spæliloyvið hjá Hjalgrím Elttør skal flytast úr NSÍ til KÍ.
Sum skilst hevur spælarin boðað NSÍ frá, at hann sigur sáttmálan upp, tí treytirnar í hesum ikki eru hildnar.
Formaðurin í NSÍ, Andreas Lamhauge, hevði tó onga viðmerking til hetta í morgun.
Í FSF verður váttað, at KÍ hevur skrivað sáttmála við Hjalgrím Elttør, og at teir hava sent hendan inn til góðkenning, men aðrar viðmerkingar verða ikki gjørdar hjá FSF í løtuni.