Kæran hjá StÍF avvíst

Aganevndin hevur mánadagin sent StÍF fráboðan um, at kæran er avvíst

Aganevndin hevur mánadagin sent StÍF fráboðan um, at kæran, sum StÍF sendi inn eftir landskappingardystin A150 millum mansliðini hjá StÍF og VÍF, er avvíst. Tað skrivar HSF.

 

Aganevndin vísir í avgerðini á, at avgerðin sum dómararnir tóku saman við dómaraborðinum í dystarstøðuni, var ein ítøkilig meting av dystarstøðuni, og at tílíkar ikki kunnu setast til síðis við einum mótmæli.

 

Avgerðin kann lesast her:

 

Faktisk viðurskifti

 

StÍF hevur sunnudagin tann 12. februar 2023 lagt mótmæli í sambandi við dyst í landskappingini hjá monnum millum StÍF og VÍF. StÍF hevur eftirfylgjandi, mánadagin 13. februar, fylgt upp uppá mótmæli og sent kæru til HSF viðvíkjandi avgerð hjá dómarunum, har teir geva VÍF leikbrá (timeout), hóast tað var ivasamt, um teir høvdu bóltin, tá biðið var um hetta.

 

Kæran hjá StÍF

 

StÍF førir hesi sjónarmið fram um dómaraavgerðina, sum teir meta at vera dystaravgerandi.

 

Við tíðini 54:26, har støðan er 24-25, tekur VÍF leikbrá. StÍF hevur, tá dómaraborðið floytar fyri leikbrá, fingið fatur á bóltinum og eru ávegis at kasta bóltin í tóma VÍF-málið. StÍF-leikarin skorar og støðan hevði verið 25-25.

 

Dómararnir velja at ógilda málið hjá StÍF og geva dómararnir, av órøttum, VÍF leikbrá og bóltin aftur, hóast tað er eyðsýnt fyri øllum í høllini, at StÍF hevði fingið fatur á bóltinum, áðrenn dómaraborðið floytar fyri leikbrá. Kært verður um avgerðina at ógilda málið hjá StÍF og at geva, av órøttum, VÍF leikbrá og bóltin aftur.

 

Viðmerkingar frá dómarunum

 

Til nr. 1 – Rættin til leikbrá:

 

VÍF biður um leikbrá, men ivamál er um, hvørt VÍF hevur mist bóltin, tá biðið verður um leikbráið. Tað er nógvur gangur í høllini, og tí hoyra hvørgan av dómarunum hallarfloytuna. Teir siga seg tískil, í støðuni, einans hava frágreiðing frá dómaraborðinum at halda seg til, tá teir skulu taka avgerð. Annar dómarin sær tó, at kvinnan við dómaraborðið situr við grøna kortinum á lofti, í somu løtu sum StÍF–leikari hevur fingið fatur á bóltinum, og spælið síðani verður steðgað.

 

Tær, sum sótu við dómaraborðið, vóru í iva um, hvat var farið fram og vóru í støðuni ikki vísar í, hvar bólturin var, tá hallarklokkan ljóðaði. Tað tók eina góða løtu at fáa eina mynd av, hvussu tær, sum sótu við dómaraborðið, upplivdu støðuna. Tær kendu seg ørkymlaðar av ymiskum, sum fór fram rundanum hendingina, millum annað, at VÍF–venjarin hevði lagt grøna kortið á dómaraborðið og síðani tikið tað av aftur, men var tó ilt at fáa hetta staðfest.

 

Dómararnir siga seg tískil taka eina avgerð, sum byggir á eina meting. Dómararnir velja, at byggja sína avgerð á spurningurin, sum teir seta dómaraborðinum: Hvør hevði bóltin, tá umboðið fyri VÍF leggur grøna kortið á borðið? Hon, sum situr við klokkuna (og nærmast VÍF-beinkinum) svarar, at

 

VÍF hevði bóltin. Tá kortið er lagt, hyggur hon burtur/niður á “knappaborðið” og trýstir á hallarklokkuna, og tá hon hyggur uppaftur, hevði VÍF mist bóltin.

 

Dómarar hoyra ikki hallarklokkuna og kunnu tí ikki siga, um VÍF hevði rætt til leikbrá. Dómaraborðið visti heldur ikki at siga, hvar bólturin var, tá hallarklokkan ljóðaði. Neyðugt varð tí hjá dómarunum at taka eina avgerð, sum bygdi á eina meting út frá samskiftinum við dómaraborðið, og avgerðin var sum kunnugt at geva VÍF rætt til leikbrá og harvið rættin til bóltin, tá spælið varð tikið uppaftur.

 

Til nr. 2 – at málið hjá Stíf varð ógildað

 

Í kæruni ber StÍF fram, at dómararnir av órøttum ógilda málið hjá teimum við at døma bóltin til VÍF og geva teimum leikbrá. Sambært 2.9 í reglunum steðgar spælið í somu løtu sum dómaraborðið floytar.

 

Hóast hvørgan av dómarunum hoyra sjálva hallarfloytuna, sær annar av dómarunum at grøna kortið er á havt á loftið, tá ið StÍF-leikarin tekur fet frameftir vøllinum og eftirfylgjandi skjýtur bóltin í tóma málið hjá VÍF. Málið hjá StÍF kann tí undir ongum umstøðum góðkennast, tí tað er púra greitt at spælið verður steðgað áðrenn bólturin er kastaður móti málinum hjá VÍF.

 

Um avgerð varð tikin um, at lata bóltin fara til StÍF og ógilda leikbrá til VÍF, skuldu dómararnir tikið støðu til:

 

1) hvørt spælið skuldi takast uppaftur við einum fríkasti til StÍF á staðnum har bólturin var,

 

2) ella smb. 14.1 at døma brotskast til Stíf, um talan var um at missa upplagdan málmøguleika tá ið spælið – í so fall av órøttum - var steðgað.

 

Hetta bleiv ikki viðkomandi at taka støðu til, tí dómararnir sambært frágreiðingini frá dómaraborðinum tóku avgerð um at geva VÍF leikbrá.

 

Viðmerkingar frá dómaraborðinum

 

Dómaraborðið greiðir frá, at onnur sat við iPaddinum høgrumegin borðið og fylgdi tí neyvari við spælinum, sum gekk fyri seg til sína høgru, men var væl greið yvir, at leikbrá var ávegis frá vinstru.

 

Tískil var hon skjót at flyta fokus tann vegin, tá skotið frá VÍF fall, og grøna kortið lá á dómaraborðinum, tá vendi hon eygunum tann vegin. Hon, ið sat til vinstru viðmerkir: Venjarin kemur yvir til borðið við kortinum, men tekur tað til sín aftur, fyri síðani at leggja tað á borðið.

 

Viðmerkingar frá VÍF

 

VÍF viðmerkir til hendingina, at longu áðrenn venjarin leggur time-out kortið, ger hann dómaraborðið vart við, at hann ætlanr at leggja kortið og at tey skulu verða klár. Hann leggur kortið, tá leikari hjá VÍF hevur bóltin, 54.22, og skal avlevera til ein annan. Dómaraborðið tekur langa tíð um at varnast tað, hóast tey vóru gjørd varug við tað áðrenn. Eftir at dómararnir tosaðu við dómaraborðið, bleiv tað staðfest at kortið var lagt rættstundis og góvu dómararnir VÍF leikbrá. VÍF eru samd við avgerðini hjá dómarunum.

 

Aganevndin

 

Aganevndin staðfestir, at kæran er móttikin innanfyri freistina á 24 tímar eftir dystin og at kærugjaldið er goldið. Aganevndin ynskir at viðmerkja, at dómaraborðið átti at haft kannað, um VÍF hevði bóltin, áðrenn trýst var á floytuna fyri leikbrá.

 

Hóast hetta, so vistu hvørki dómaraborð ella dómarar í støðuni fyri vist, um VÍF hevði bóltin, tá hallarfloytan ljóðaði. Talan gjørdist tískil um eina dómarameting, sum aganevndin metir, ikki kann setast til síðis, hóast videoupptøkur eftirfylgjandi vísa, at dómarafloytan ljóðar aftaná at VÍF hevur mist bóltin. Hetta sambært §17:11 í spælireglunum:

 

Dommerens afgørelsen på bagrund af deres situationsbedømmelser ella deres skøn kann ikke appeleres. Protester kan kun nedlægges mod afgørelser, der ikke er i overensstemmelse med spillereglerne.

 

Tá niðurstøðan er hendan í mun til spurningin um leikbráið, metir aganevndin, at tað ikki er viðkomandi at viðgera, hvørt málið hjá StÍF skuldi ógildast ella ikki og vísir annars til frágreiðingina hjá dómarunum í hesum sambandi.

 

Við støði í hesum boðar aganevndin frá, at kæran verður avvíst. Sambært § 6a, stk. 6 í viðtøkunum hjá HSF kunnu avgerðir hjá aganevndini kærast til Dómsnevndina hjá HSF, um tær viðføra eina samlaða bót uppá meira enn 5.000 kr. ella leikbann uppá meira enn tríggjar spælidagar, ella

 

avgerðir, sum í mun til støddina á revsingini kunnu javnmetast við slíkar avgeriðir. Annars eru avgerðir hjá Aganevndini endaligar. Avgerðir hjá Aganevndini kunnu kærast, umvegis hsf@hsf.fo, til Dómsnevndina 6 dagar frá tí at avgerðin hjá Aganevndini er komin fram til fram til partin, sum ynskir at kæra.