Billard
Kappingin byrjaði seinasta vikuskiftið, tá Havnar Klubbi vitjaði í Klaksvík og dystur var í Kagganum millum bæði kaggaliðini í 1. deild. Úrslitið gjørdist, at Kaggin 1 vann 14-4 á Kagganum 2, meðan Klaksvíkar Billardfelag vann tepurt á Havnar Klubba við 10-8.
Hetta merkir, at Kaggin 1 er á odda í kappingini við 14 stigum, Klaksvíkar Billardfelag er nr. 2 við 10 stigum, Havnar Klubbi er nr. 3 við 8 stigum og Kaggin 2 er nr. 4 við 4 stigum.
Sum tað sæst, so eru bert fýra lið við í kappingini í 1. deild í ár. Hetta er munandi minni enn undanfarin ár, tá eitt nú Tvøroyrar Klubbi, Vágs Billardfelag og Fuglafjarðar Billardfelag hava verið við. Nú eru so bert trý feløg við fýra liðum í 1. deildini, nevniliga verandi meistarar úr Klaksvíkar Billardfelag, Havnar Klubbi og so Kaggin við tveimum liðum.
Hóast Kaggin 1 hevur lagt seg á odda frá byrjan, so sigur hetta tó ikki so nógv um veruligu støðuna í kappingini. Av tí at Kaggin hevur tvey lið, so má roknast við, at annað liðið eisini fer at missa nógv stig móti so góðum liðum sum tí hjá Klaksvíkar Billardfelag og Havnar Klubba. Tó er alt ov tíðliga at gera nakrar metingar, tí tveir av spælarunum á Kagganum 2 vóru við á besta kaggaliðnum í fjør, og teir kunnu avgjørt koma at taka hini liðini á bóli.
Hyggja vit so eftir hinum liðunum, so hava vit Klaksvíkar Billardfelag, sum hevur vunnið fleiri meistaraheiti á rað. Tað manglar hesaferð ein av sínum góðum spælarum, Ólavur Kjølbro. Hann er í Danmark. Men gomlu elituspælararnir eru við, Kristian Sune Høgnesen og Sonhard Johannesen. Avloysari hjá Ólavi er ein góður spælari, sum hevur spælt fyri Fuglafjarðar Billardfelag, nevniliga Njál Petersen. Hann sleppur nú at royna seg og megnar hann at spæla upp til sítt besta, so kann væl henda, at FM-heitið aftur endar í Klaksvík.
Men taka vit so Havnar Klubba, so er verandi føroyameistarin, Henrik Petersen við á liðnum, og hann kann fáa stóran týdning fyri, hvussu kappingin fer at laga seg. Hinir báðir á ?Klubbaliðnum? eru Niels Nielsen og Carsten Hansen.
Úrslitið millum hesi bæði liðini varð sum sagt, at klaksvíkingar vunnu 10-8. Og aftur hesaferð var tað Kristian Sune Høgnesen, sum skaraði framúr. Hann fekk 33,60 eygu í meðal. Hevði besta spælið uppá 900 eygu og besta umfarið uppá 160 eygu. Sonhard hevði 21 eygu í meðal og Njál 16. Á liðnum hjá Havnar Klubba spældi Henrik væl og hevði 31 eygu í meðal. Niels hevði 18 eygu í meðal og Carsten 14.
Í dystinum millum kaggaliðini vóru ikki tey stóru tølini. Bestur var Bjarni Skaalum við 21 eygum í meðal, Steinbjørn í Dali var næstur við umleið 18 eygum og Jan Müller við 15 eygum. Á liðnum hjá Kagganum 2 spældu Anfinnur Hansen, Heimir Ottoson og Johannes Skaarup. Teirra meðaltøl vóru rættiliga jøvn, millum 14 og 16 í meðal.
Hóast Kaggin 1 er komin best frá byrjan sigur hetta ikki nógv um útlitið. Nógv kann broytast, tá klaksvíkingar møta Kagganum 2 í Havn annað vikuskiftið, og tá Havnar Klubbi tekur ímóti Kagganum 1.
2. deild
Trý feløg eru við í 2. deild. Tey hava meldað 4 lið við. Klaksvíkar Billardfelag hevur tvey lið, Tvøroyrar Klubbi og Havnar Klubbi hava hvør sítt lið.