Kaggin og Klubbin á oddakós

Billard
Tíðindaskriv

Støðan í liðkappingini í billard gerst alsamt meira spent. Klaksvíkar Billardfelag, sum hevur vunnið FM-heitið seinastu trý árini,  dragnar longur afturúr, nú tað líður móti endaspurtinum. Kaggin og ?Klubbin?,  hvørs heitið Havnar Klubbi vanliga hevur millum manna,  hava tikið dik á seg og lagt FM-meistararnar væl aftur um seg. Undan seinasta umfarinum hevði Kaggin lagt klaksvíkingar aftur um seg, nú hevur eisini Havnar Klubbi yvirhálað  norðingarnar,  sum kortini als ikki eiga at undirmetast,  tí tvey umfør eru eftir at spæla.
 
Tey fýra liðini í 1. deild møttust  herfyri. Klaksvíkingar vitjaðu Havnar Klubba , og í Kagganum var grannauppgerð.  Úrslitið í Havnar Klubba gjørdist eitt lemjandi tap til gestirnar. Vertirnir við verandi FM-meistaranum fyri staklingar  á odda  tóku fullkomiliga FM-liðið úr Klaksvík  á bóli við at vinna 14-4.
 
Henrik Petersen er framvegis sera væl fyri og feldi keylur  uttan slit. Hann gjørdist besti spælarin við fullum stigatali og einum meðaltali uppá 30,7. Hann hevði eisini besta einstaka umfarið uppá 246 eygu ,  ið hoyrir til eindømin i í føroyskum billardspæli. Carsten Hansen gjørdist nr. 2 við bert einum tapi og 20 eygum í meðal. Niels Nielsen dróg tey seinastu fýra stigini heim  til Klubban og hevði 19 eygu í meðal. 
 
Verri gekst hjá vitjandi liðnum. Krisjan Sune Høgnesen tykist hava ein niðurtúr í løtuni og vann bert ein av trimum dystum. Meðaltalið var heldur ikki honum líkt, 19,8. Sonhard Johannessen, sum man vera ein av okkara mest royndu billardspælaum,  hevði heldur ikki sín besta dag. Hann tapti tveir dystir  og hevði sítt lægsta meðal í manna minni, 14,1 eygu. Njál Petersen, sum hevur avloyst Ólav Kjølb ro á gulliðnum,  tapti allar dystir og hevði 14,8 í meðal.
 
Samanlagt hevði Klubbin í Havn 23,5 eygu í meðal,  meðan gestirnir fóru heimaftur við tí lægsta meðaltalinum í longri tíð, 16,2.
 
Kaggin 1 vann 12-6 á Kagganum  2 í innanhýsis uppgerðini. Bestur á liðnum var Jan Müller, sum vann allar sínar dystir og hevði 22,1 eygu í meðal. Í hølunum á honum var Bjarni Skaalum, sum tapti ein dyst men hevði nógv tað besta meðaltalið uppá 29,83 eygu. Triði maður á tí betra Kaggaliðnum var Steinbjørn í  Dali, sum hevði ein sera ringan dag. Hann tapti tveir dystir og hevði eitt metlágt meðaltal uppá 13,5.
 
Á Kagga  2 liðnum stóð Johannes Skaarup seg best. Hann megnaði at taka heili fýra stig frá feløgunum . Næstur honum var Anfinn Hansen við einum vunnum dysti og einum góðum meðaltali uppá 19,63 eygu. Aftastur var Heimir Ottoson við 13,8 eygum í meðal.  Bjarni hevði besta umfarið uppá 190 eygu. Kaggin 1 fekk 21,8 eygu í meðal og Kaggin  2 16,9 eygu.
 
Støðan í liðkappingini fyri meistaralið er nú tann, at Kaggin 1 er á odda við 48 stigum. Havnar Klubbi er nr. 2 við 44 stigum, Klaksvíkar Billardfelag er nr. 3 við 36 stigum og aftast er Kaggin 2 við 18 stigum. Tvey umfør eru eftir at spæla. Hóast Kaggin 1 liggur á odda, so er einki givið enn,  tí liðið hevur spælt sín seinna dyst móti tí ringasta liðnum, Kagganum 2, meðan bæði Klaksvíkar B illardfelag og Havnar Klubbi hava Kaggan 2 eftir at møta. Henda sannroynd kann merkja, at tað kemur at vera sera javnt millum tvey ella trý av oddaliðunum, tá avtornar.