Um vikuskifitið hava oddaliðini hjá Havnar Klubba og Kagganum spælt.
Kaggin vann sera tepurt við 10 stigum móti 8 eftir eina sera spennandi og javna kapping, har verandi føroyameistarin Hendrik Petersen skoraði ein av sínum bestu dystum, omanfyri 1000 eygu.
Men hesin stórdystur var ikki nóg mikið til at fáa sigur heim til Klubban hesa ferðina.
Hetta góða spælið hjá stórmeistaranum kom tó ikki til sjóndar í tí seinasta dystinum í kappingini móti Steinbjørn í Dali, sum sera óvæntað vann á Hendriki og legði harvið Kaggan framum við 10 stigum móti 8.
Hetta úrslitið ger, at Kaggin nú er sett tætt at sínum fyrsta føroyameistaraheiti í mong ár. Støðan undan tí seinasta umfarinum um eina viku er tann, at Kaggin er á odda við 38 stigum, Havnar Klubbi og Klaksvíkar Billardfelag hava 26 stig hvør. Tó hava klaksvíkingar spælt eitt umfar minni enn Klubbin.
Skal nógv til at koppa Kagganum
Komandi vikuskiftið verður so avgjørt, hvør verður føroyameistari í billard fyri lið í 2006. Kaggin, sum hevur vunnið øll síni umfør í ár, skal í eldin móti Klaksvíkar Klubba, sum liggur 12 stig aftanfyri. Skulu klaksvíkingar hava møguleika at gerast føroyameistarar mugu teir vinna 16-2 á Kagganum, og tað er lítið sannlíkt.
Á 1. deildarliðnum hjá Kagganum í ár, sum eftir øllum at døma stevnir móti gullinum, eru Bjarni Skaalum, Steinbjørn í Dali og Jan Müller.
Klaksvíkar Billardfelag og Havnar Klubba hava annars spælt móti hvørjum øðrum seinastu vikurnar. Har hendi tað, at klaksvíkingar vunnu annað umfarið 10-8, meðan Havnar Klubbi vann hitt umfarið 10-8, so her vóru stigini býtt javnt, sum so aftur kemur Kagganum til góða.