Tónleikur
Brit Awards varð hátíðarhildið á Earl's Court í London í gjárkvøldið, og eins og undanfarin ár var útvarpsmaðurin Chris Evans vertur. Ein rúgva av kendum tónleikarum og filmstjørnum vóru til staðar, og stuttligt var at síggja serstøku klædnapløggini, stjørnurnar høvdu funnið sær fram til høvið.
Kaiser Chiefs á odda
Kaiser Chiefs fóru ikki tómhentur úr London - bólkyrub gjørdi nevniliga bart við at útvega sær ikki minni enn tríggjar virðirlønir - 'Besti bólkur', 'Besti rokkbólkur' og 'Besta live-framførsla'.
James Blunt var annars í uppskoti til heili fimm virðislønir, men tá avtornaði fekk hann tvær - m.a. eina virðisløn, Besti sangari, ið Brit Awards-kongurin, Robbie Williams, tóktist at hava vunnið, langt áðrenn atkvøðurnar vórðu taldar. Um Robbie Williams hevði vunnið henda heiðurin í gjár, hevði hann í alt átt 16 Brit Awards virðislønir á hillini.
Prince til staðar Áðrenn stóra tónleikatiltakið Brit Awards fór av bakkastokki í gjárkvøldið, vóru flest øll sera forvitin eftir at vita, um tónleikastjørnan Prince fór at verða millum gestasangararnar. Tað var nevniliga ikki rættiliga greitt, um amerikanska stjørnan hevði hug at koma. Bretska tíðindablaðið The Sun skrivaði, at fyriskipararnir alt fyri eitt vóru til reiðar at koma við øðrum á skánna, um Prince brádliga avgjørdi ikki at koma. Men hvussu var og ikki, so stóð poppveteranurin Prince á pallinum og førdi fram eina rimmar framførslu.
Vinnararnir:
Besti bretski sangari: James Blunt.
Í uppskoti: Anthony and the Johnsons, Ian Brown, James Blunt, Robbie Williams og Will Young.
Besta bretska songkvinna: KT Tunstall.
Í uppskoti: Charlotte Church, Kate Bush, Katie Melua, KT Tunstall og Natasha Bedingfield.
Besta bretska útgáva: Coldplay - X&Y.
Í uppskoti: Coldplay - X&Y, Gorillaz - Demon Days, James Blunt - Back To Bedlam, Kaiser Chiefs - Emplyment og Kate Bush - Aerial.
Besti bretski bólkur: Kaiser Chiefs.
Í uppskoti: Kaiser Chiefs, Coldplay, Hard-Fi, Franz Ferdinand og Gorillaz
Besti bretski rokk-bólkur: Kaiser Chiefs.
Í uppskoti: Franz Ferdinand, Hard-Fi, Kaiser Chiefs, Kasabian og Oasis.
Besti bretski býar-bólkur: Lemar.
Í uppskoti: Craig David, Dizzee Rascal, Kano, Lemar og Ms Dynamite.
Besti popp-bólkur: James Blunt.
Í uppskoti: James Blunt, Katie Melua, Kelly Clarkson, Madonna og Westlife.
Besta nýggja bretska navnið: Artic Monkeys.
Í uppskoti: Artic Monkeys, James Blunt, Kaiser Chiefs, KT Tunstall og Magic Numbers.
Besta bretska altjóða frambrotið: Jack Johnson. Í uppskoti: Jack Johnson, Arcade Fire, Black Eyed Peas. Green Day, U2 og White Stripes.
Besta bretska live-framførsla: Kaiser Chiefs.
Í uppskoti: Oasis, KT Tunstall, Kaiser Chiefs, Coldplay og Franz Ferdinand
Besta bretska stakfløga: Coldplay - Speed of Sound.
Í uppskoti: Coldplay - Speed of Sound, James Blunt - You're Beautiful, Shayne Ward - That's My Goal, Sugababes - Push The Button og Tony Christie - (Is This The Way To) Amarillo.
Besti altjóða sangari: Kanye West.
Í uppskoti: Beck, Bruce Springsteen, Jack Johnson, John Legend og Kanye West.
Besta altjóða songkvinna: Madonna.
Í uppskoti: Bjork, Kelly Clarkson, Madonna, Mariah Carey og Missy Elliott.
Besti altjóða bólkur: Green Day.
Í uppskoti: Arcade Fire, Black Eyed Peas, Green Day, U2 og White Stripes.
Besta altjóða fløga: Green Day - American Idiot.
Í uppskoti: Arcade Fire - Funeral, Green Day - American Idiot, Kanye - Late Registration, Madonna - Confessions On A Dancefloor og U2 - How To Dismantle An Atomic Bomb.