Kaj Højgaard 40 ár í Timburhandlinum

Týsdagin 17. mai var móttøka í Timburhandlinum í Runavík. Henda dagin hevði Kaj Højgaard, sum er føddur í 1941, verið á skrivstovuni í Timburhandlinum í 40 ár.

Fitt av fólki varð komið at heilsa upp á Kaj, sum øll hesi árini hevur tikið ímóti ordrum, fakturerað og ikki minst havt sera gott hegni at umgangast kundarnar. Hann hevur stóran áhuga í tí, sum hann fæst við og fylgir væl við í samfelagsviðurskiftum, hann kennir eina rúgvu av fólki, og so er hann, sum so nógvir toftamenn eru tað, ógvuliga skjótur og hittinorðaður.
Á samkomuni vóru starvsfelagar, familja og eisini nógv, sum dagliga vitja í timburhandlinum, eitt nú handverkararnir, sum so ofta frá tí at klokkan er farin gott og væl av hálvgum átta á morgni og langt út á seinnapartin hitta Kaj.
Á samkomuni segði Trygvi Mortensen, leiðari í Timburhandlinum, nøkur orð um Kaj og takkaði honum fyri gott og samvitskufult arbeiði øll hesi árini. Trygvi kennir Kaj, sum longu hevðí verið nógv ár í Timburhandlinum, tá ið Trygvi kom har sum lærlingur í 1986. Eisini handaði stjórin Kaj málning við motivi av Toftum. Sámal Toftanes í Leirvík hevur málað. Nógvar heilsanir vóru frá handilssambondum bæði innanlands og uttanlands.
Kaj minnist aftur á stóru broytingarnar, sum hava verið hesi 40 árini, síðani hann kom í Timburhandilin, sum nógvu tey fyrru árini var í tveimum av lonunum, sum Højgaard átti inni á kaiini, har sum teir eisini høvdu fiskavirkið Lynfrost. Tá fór mesti parturin av einari viku at lossa skipini, sum komu við timbri. Alt varð gjørt við hond, og einir 30 menn luttóku í lossingini. Nú eru hjálparamboðini nógv og góð, lastirnar umborð og goymslurnar á landi eru væl skipaðar, og tað er so at siga bara ein løta, at nakrir fáir menn syrgja fyri, at timbri er komið upp á pláss, so skipið aftur kann fara sína leið.
Kaj Højgaard er ættaður innan av Regni á Toftum. Hann var yngstur av børnunum hjá bóndahjúnunum Annu Malenu og Christian Jóhannesi Højgaard. Longu tá ið hann var 14 ára gamalur, fór Kaj, sum so mangir aðrir á Toftum, í vinnu hjá D. P. Højgaard. Hann var fýra ár í Oyrum, har D. P. Højgaard hevði fiskavirki, og so var hann eisini har tvey summur, meðan hann gekk í handisskúla í Havnini. Tá arbeiddi hann eisini eitt ár hjá Ólavi Guðmundsson, sála, sum hevði Impo og Skipaavgreiðslu í Havnini.
Eftir lokið handilsskúlaprógv arbeiddi Kaj í trý ár á skrivstovuni hjá Runavíkar Mekaniska Verkstaði, sum Tórshavnar Skipasmiðja átti, og sum Olivar Rasmussen dreiv. So var tað, at hann í 1965 fór at arbeiða í Timburhandlinum, sum Havstein Ellingsgaard tá var leiðari í. Í mong ár hevði Eli Hansen ábyrgdina, og síðani hann legði frá sær, hevur Trygvi Mortensen havt ábyrgdina.
Kaj kundi 40 ára dagin staðfesta, at tey, sum vóru á skrivstovuni, tá ið hann kom hagar, eru øll á lívi, meðan teir, sum tá vóru á lagrinum, allir eru farnir. Á skrivstovuni vóru Havstein Ellingsgaard, Eli Hansen, Marna Petersen og Marin Skaale. Kaj avloysti Mariu, sum nú eitur Róin og býr í Fuglafirði. Á lagrinum vóru brøðurnir Magnus og Símun Andreassen ella Maggi og Munni, sum teir vórðu nevndir, Frits Magnussen, Oluf Færø, Hans hjá Heina og Kornelius í Æðuvík. Eitt sindur seinni komu Sørin í Hoygarðinum og Sørin hjá Hendriki. Hann er framvegis á lívi.
Kaj Højgaard er giftur við Elinborg, sum eisini er ættað av Toftum. Tey búgva inni á Regni, og tey eiga trý børn - Olaf, Anna Malena og Mary.