Mánadagin letur Kaj Klein nýggja fløgu úr hondunum og í tí sambandi verður útgávukonsert í Sjónleikarahúsinum mikukvøldið 11. januar klokkan 20. Atgongumerkini fáast í Tutl.
Fløgan hevur fingið heitið, Í Andglettinum, og hon er seinasta fløgan í eini trilogi.
Í 2005 kom , Hálvt frá hálsi, við nýtulkingum av føroyskum klassikarum, í 2007 kom fløgan, Úr Maskinrúminum við løgum til yrkingaupplestur hjá Tóroddi Poulsen.
Nú kemur so seinasta fløgan í røðini og hesuferð er tað Kaj sjálvur, sum hevur skrivað øll løgini.
Á útgávukonsertini fara Kaj og hansara orkestur at spæla løg av nýggju fløguni, umframt aðrar klassikarar.
Á fløguni og á konsertini hevur Kaj fingið góða manning afturat sær við tónleikarum í serflokki, sum hann sjálvur sigur: Palle Hjorth spælir tangentar, Rune Kjeldsen spælir gittar,
Henrik Poulsen spælir bass, Søren Poulsen spæli trummur og slagverk og Maria Guttesen og Lene Drachmann syngja og spæla slagverk.
Áðurnevndu Palle Hjorth og Rune Kjeldsen spæla eisini við the Savage Rose, Henrik Poulsen og Søren Poulsen spæla eisini við Peter Sommer og kórgentan, Maria Guttesen er væl kend.
Hóast Kaj Klein ikki er dagligur gestur í Føroyum hevur hann tøtt og sterk bond við tónleikalívið í Føroyum.
Nógv kenna hansara drúpu og karráu rødd frá barnafløguni, Nósi, har hann syngur Busta tenn og Vestan fyri Mykines. Vit kenna hansara melodiska gittarspæl frá perlum sum Sorgblíða Vestmanna frá hansara fyrsta orkestri, Skot, í 1986. Kaj, sum saman við bróðuri sínum Karl Anton Klein, sála, stóð á odda fyri legendariska undirgrundsbólkinum Plastnoist hevur ríkað føroyska tónleikalívið, bæði við solofløgum og sum studioteknikari og framleiðari hjá Mold og maður:glotti.