Kaj Leo er tann tingmaður sum spyr mest

Ein háttur, sum tingfólk nýta til tess at markera seg í almenna orðaskiftinum, er at seta landsstýrisfólkum sokallaðar grein 52 fyrispurningar. Tað eru skrivligir spurningar, sum tingfólk kunnu senda landsstýrisfólki um eitthvørt, tey varða av, sum landsstýrisfólkini síðani hava 14 dagar at svara uppá.

 

Onkur heldur, at hetta fyri tað mesta er ein máti hjá tingfólki at markera seg – men hinvegin, so varpar almenna kjakið og umrøðan í miðlunum mangan ljós á tað málið, sum tingfókini spyrja um.

 

Síðani ólavsøku, tá hendan tingsetan byrjaði, hava tingfólk sett 48 slíkar spurningar. Tann, ið hevur sett flestar, er Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður. Næstir honum koma Bill Justinussen, fyrrverandi landsstýrismaður og Edmund Joensen, fyrrverandi løgmaður, sum hvør sær hava sett 5 slíkar spurningar til landsstýrisfólk.

 

Yvirlitið niðanfyri vísir, hvussu nógvar spurningar tingfólk hava sett:

 

Kaj Leo Holm Johannesen 6
Kári P. Højgaard 5
Bill Justinussen 5
Edmund Joensen 4
Katrin Kalsberg 3
Kristianna Winther Poulsen 3
Sonja Jogvansdóttir 3
Magnus Ramsussen 2
Helgi Abrahamsen 2
Elsebeth Merceis Gunnleygsdóttur 2
Djóni Nolsøe Joensen 2
Óluvá Klettskarð 1
Jónleif Johannesen 1
Jógvan Skorheim 1
Jenis av Rana 1
Jákup Mikkelsen 1
Heðin Mortensen 1
Hanna Jensen 1
Bjørt Samuelsen 1
Bjørn Kalsø 1
Bárður Nielsen 1
Annita á Fríðriksmørk 1
 

Her er yvirlit yvir allar teir 48 grein 52 spurningar, sum tingfólk hava sett landsstýrisfólkum síðani ólavsøku:

 

 

1

31-07-2017

Jenis av Rana

Sirið Stenberg

At loyva nýtslu av ávísum cannabisproduktum til útvaldar sjúklingabólkar

2

02-08-2017

Katrin Kallsberg

Sirið Stenberg

Menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið - KBU-skipan (Klinisk Basis Uddannelse)

3

04-08-2017

Bjørt Samuelsen

Sirið Stenberg

Vaksandi vandin við antibiotikamótstøðuførum bakterium

4

10-08-2017

Bill Justinussen

Rigmor Dam

Forskúlar í frískúlum

5

16-08-2017

Djóni Nolsøe Joensen

Rigmor Dam

Hví námsfrøðingar ikki sluppu at søkja leiðsluútbúgving á diplom-støðið á Glasi

6

22-08-2017

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Sirið Stenberg

Virksemi á teimum trimum sjúkrahúsunum

7

24-08-2017

Bárður á Steig Nielsen

Aksel V. Johannensen

Ætlaða stjórnarskipanin

8

29-08-2017

Jógvan Skorheim

Henrik Old

Ætlaða fráboðan landsstýrismansins at menna ferðavinnuna í Suðuroynni, at gera tað bíligari fyri bussar við Strandfaraskipum Landsins til Suðuroyar við Smyrli

9

01-09-2017

Annita á Fríðriksmørk

Henrik Old

Liðugtgerð av Selatraðarvegnum

10

07-09-2017

Jónleif Johannesen

Henrik Old

Útjavningarstuðul

11

08-09-2017

Hanna Jensen

Poul Michelsen

Menning av ferðavinnu á útoyggj

12

08-09-2017

Óluva Klettskarð

Kristina Háfoss

Ringu lánimøguleikarnir hjá fólki á smáplássum og á útoyggj

13

11-09-2017

Sonja J. Jógvansdóttir

Eyðgunn Samuelsen

Um útgoldna eftirløn

14

11-09-2017

Kristianna Winther Poulsen

Sirið Stenberg

Sjálvmorð, sjálvmorðsroyndir og fyribyrging av hesum

15

15-09-2017

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Henrik Old

Arbeiðsloysisskipanin

16

19-09-2017

Bill Justinussen

Sirið Stenberg

Hølisviðurskifti í Skálafjarðar læknadømi

17

28-09-2017

Edmund Joensen

Poul Michelsen

Yvirtøka av flóttarfólkamálum

18

16-10-2017

Heðin Mortensen

Rigmor Dam

Søla av gamla bygninginum hjá Havnar Sjúkrakassa, sum Granskingarráðið umsitur

19

16-10-2017

Kaj Leo Holm Johannesen

Sirið Stenberg

Viðgerð til børn og ung við etingarólagi

20

17-10-2017

Kaj Leo Holm Johannesen

Rigmor Dam

Sjúkraundirvísing til børn

21

18-10-2017

Sonja J. Jógvansdóttir

Eyðgunn Samuelsen

Undantaki í pensjónslógini

22

18-10-2017

Sonja J. Jógvansdóttir

Eyðgunn Samuelsen

Starvstíð í Almannaverkinum

23

19-10-2017

Helgi Abrahamsen

Sirið Stenberg

Kunngerð um fyribyrging og týning av rottum

24

25-10-2017

Kaj Leo Holm Johannesen

Sirið Stenberg

Viðgerð til børn og ung við sálarsjúku

25

01-11-2017

Katrin Kallsberg

Aksel V. Johannensen

Summartíð

26

09-11-2017

Magnus Rasmussen

Eyðgunn Samuelsen

Tilboð til røktarsjúklingar/rørslutarnað undir 67 ár

27

22-11-2017

Kári P. Højgaard

Sirið Stenberg

Laboratoriið í Runavík

28

01-12-2017

Kristianna Winther Poulsen

Aksel V. Johannensen

Kriminalisering av sálarligum harðskapi og um Istanbul-sáttmálan

29

04-12-2017

Bjørn Kalsø

Sirið Stenberg

Bróstkrabbaviðgerð á Landssjúkrahúsinum

30

19-12-2017

Kaj Leo Holm Johannesen

Sirið Stenberg

Umstøður og viðgerð til børn og ung við sálarsjúku

31

19-12-2017

Kaj Leo Holm Johannesen

Høgni Hoydal

Útflutning av óvirkaðum fiski

32

05-01-2018

Kári P Højgaard

Høgni Hoydal

Eftirlitisfólk

33

05-01-2018

Edmund Joensen

Poul Michelsen

Føroysku sendistovuni í Keypmannahavn

34

05-01-2018

Bill Justinussen

Kristina Háfoss

Lønarútgjaldingar til limir í Føroya Pedagogfelag undir verkfalli

35

09-01-2018

Kári P. Højgaard

Poul Michelsen

Føroyskir sendimenn

36

10-01-2018

Kaj Leo Holm Johannesen

Sirið Stenberg

Bíðilistar og nýtsla av MR/CT-skannarunum á Landssjúkrahúsinum

37

17-01-2018

Kári P. Højgaard

Kristina Háfoss

Kostnaðin av semjuni við Pedagogfelagið

38

17-01-2018

Bill Justinussen

Sirið Stenberg

Heilsumiðstøð í Klaksvík

39

18-01-2018

Kristianna Winther Poulsen

Kristina Háfoss

Arbeiðsmarknaðargjald fyri føroyingar við DAS-inntøku (Dansk Almindeligt Skibsregister)

40

19-01-2018

Edmund Joensen

Henrik Old

Breiðkan og dagføring av Selatraðarvegnum

41

19-01-2018

Jákup Mikkelsen

Rigmor Dam

Kringvarp Føroya

42

19-01-2018

Magnus Rasmussen

Poul Michelsen

Fullan limaskap í Norðurlandaráðnum

43

01-02-2018

Katrin Kallsberg

Henrik Old

Líkaløn fyri líka arbeiði

44

26-01-2018

Bill Justinussen

Rigmor Dam

Stuðul til forskúlar í frískúlum

45

31-01-2018

Djóni Nolsøe Joensen

Sirið Stenberg

Bíðitíð hjá føroyskum kvinnum til mammografi á Landssjúkrahúsinum

46

05-02-2018

Edmund Joensen

Aksel V. Johannensen

Avtalu millum Føroyar, Ísland og Grønland – vísandi til uttanríkispolitisku heimildarlógina

47

08-02-2018

Helgi Abrahamsen

Kristina Háfoss

Koyristuðul til menningartarnarð

48

09-02-2018

Kári P Højgaard

Henrik Old

Føroyska koyrikortið