Kaj Leo hevur fult álit á kinesiskari fyritøku

Huawei hevur einki við statin at gera og kinesarar eru neyvan verri enn amerikanarar og russarar, heldur hann

Huawei er ein privat fyritøka, sum einki hevur við kinesiska statin at gera. Tað, sum hetta snýr seg um, er at vit fáa tað bestu tøknina. Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, er ikki ein av teimum, sum ræðist kinesiska samskiftis risan, Huawei.

 

Nú vit fara undir at byggja eitt 5G sendinet í Føroyum, er Føroya Tela farið í samstarv við kinesisku risafyritøkuna, Huawei. Huawei er eisini úti um seg aðrastaðni í heiminum, men nógvastaðni verða tey víst burtur-

 

Orsøkin er sum oftast, at stúrt verður fyri, at Huawei njósnast fyri kinesiska statin. Men hinvegin eru tað onnur, sum halda, at í roynd og veru snýr hetta seg ikki um njósning. Tey halsda, at njósning verður bara brúkt sum ein undanførsla at forða fyri, at Huawei fær fótin fyri seg á okkara marknaðum, tí fyritøkan er so sterk, og so frammaliga á sínum øki, at stúrt verður fyri, at tær stóru samskiftis fyritøkurnar í vesturheiminum, fara at liggja eftiri á.

 

 

Les eisini: Ongin kanning vísir at tað er heilsuskaðiligt


 

Nú ein dagin umrøddi Løgtingið eisini ætlanina at menna 5G tøkni í Føroyum, og leiklutin hjá Huawei í Føroyum í hesi ætlanini. Og ein av teimum, sum ikki ræðist Huawei er Kaj Leo Holm Johannesen, tingmaður fyri Sambandslokkin.

 

– Eg stuðli mínum kristnu systrum og brøðrum, sum arbeiða hjá Huawei, staðfesti hann. Hann vísti á, at Huawei er ein privat fyritøka, sum einki hevur við kinesiska statin at gera. Og annars heldur hann somuleiðis, at kinesarar eru nokk ikki verri njósnarar enn onnur.

 

– Er tað nakar, sum heldur, at amerikanarar, russarar, og onnur, ikki njósnast, spurdi hann. Og hann spurdi eisini, at skuldi tað komið har til, hava vit í Føroyum púra einki at goyma, sum ikki tolir dagsins ljós.

 

Hann vísir eisini á, at trygdarumboðið hjá Huawei hevur sagt, at fyritøkan skal heldur lukkað enn at gera eftir boðum frá kinesisku stjórnini. Kinesiska stjórnin hevur ikki størri ávirkan á Huawei enn amerikanska stjórnin hevur á Apple, sigur løgtingsmaðurin fyri Sambandsflokkin.

 

Hann er nevniliga av teirri sannføring, at hetta snýr seg bara um eitt, og tað er at vit at fáa tað bestu tøknina. Huawei eru so frammaliga, tí tey eru dugnalig, og tað er fínasta lagi, at Føroya Tele er í fremstu røð, legði hann afturat.

 

Hinvegin hevur Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin púra einki álit á Huawei, ella á kinesarum yvirhøvur. Huawei verður stýrd av politikarum, sum trælka sítt fólk og sum seta trúgvandi fólk í fangalegur, førdi hann fram.

 

Hann vísir eisini á, at fólk eru óttafólk fyri geislingum frá 5G. Sjálvur hevur hann fingið at vita frá føroyingum, sum búgva í Danmark, at tey hava slept ætlanini at flyta til Føroyar tí at tey vilja ikki flyta til eitt land, sum hevði sett sær fyri at vera fremst við 5G tøknini.

 

Men tað vóru aðrir politikarar, sum mettu, at eru tað geislingar, fólk ræðast, mann tað vera vera minni munur á at búgva í Føroyum og í Danmark, tí har verður 5G eisini bygt út.

 

Annita á Fríðriksmørk, tingkvinna fyri Tjóðveldi, vísti á, at Huawei er í einum landi við einaræði, so tað er kanska grund at stúra fyri teimum. Og aðrir politikarar førdu fram, er 5G frá Huawei er ikki heilsuskaðiligari enn 5G frá øðrum veitarum, so er tað geislingar, ið fólk ræðast, kann tað verða tað sama, hvør veitarin er.

 

Hinvegin helt Jógvan á Lakjuni, tað er ikki altíð, at tað er ein fyrimunur at ganga undan. Hann spurdi hvat tað ger um vit ikki eru fremst á hesum øki, tí hann dugir ikki at síggja fyrimunin í tí. Og hann heldur somuleiðis, at tað er einki at reypa av, at umboð fyri ein einaræði kemur at hjálpa okkum at menna 5G.