Kaj Leo, Jóannes og Jørgen tveita 110 milliónir krónur burtur

- Formenninir í ABC flokkunum hava ábyrgdina av, at tað fer at svíða so fæst hjá fólki, nú sparingar verða gjørdar á fíggjarlógini. Teir hava júst tveit 110 millónir krónur av vælferð út gjøgnum vindeyga, sigur Edmund Joensen, løgtings- og fólkatingsmaður, sum vísir á, at sum er, táttar holið í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2010 í milliardina.

- Vælferðin í Føroyum verður skerd meira enn neyðugt næsta ár. Tað er avleiðingin av, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum í gjár tók ta sera illa umhugsaðu avgerð, at ríkisveitingin framvegis skal verða fastfryst, sigur Edmund Joensen.

- Í veruleikanum hevur landsstýrismaðurin tveitt fyri 110 milliónir krónur av vælferð út gjøgnum vindeygað. Hetta fer at svíða hjá veikum bólkum í samfelagnum og innan almenna sektorin, tá sparingarnar fara at raka við fullari megi komandi ár, sigur løgtings- og fólkatingsmaðurin.

Hann vísir á, at holið í fíggjarlógaruppskotinum, sum í næstum skal viðgerast aftur í Løgtinginum, eftir øllum at døma framvegis táttar í einar 700-800 milliónir krónur.

- Ábyrgdarpolitikarar hava í dag eina høvuðsuppgávu. Tað er at tryggja Føroyum so nógvar krónur í inntøkum sum gjørligt. Teir, sum í gjár tryggjaðu sær, at fastfrystingin av ríkisveitingini stendur við, eru ikki sína uppgávu og ábyrgd vaksnir, sigur Edmund Joensen.

Fastfrystingin av ríkisveitingini kostar umleið 110 milliónir krónur hvørt ár. Hetta er peningur, sum eigur at koma beint inn á føroysku fíggjarlógina. Danska stjórnin boðaði longu í mai í ár frá, at hon er sinnað at viðgera spurningin um at strika fastfrystingina, um ein áheitan kemur úr Føroyum, vísir Edmund Joensen á.

- Henda áheitan kemur tíverri ikki, og tað fer at kosta vælferð komandi ár, sigur hann.

Løgtings- og fólkatingsmaðurin hjá Sambandsflokkinum undirstrikar, at samgonguskjalið hjá ABC-samgonguni er eingin forðing fyri at tiðna blokkin aftur.