Kaj Leo skoraði fyri Njarðvík

Njarðvík leikti javnleik á heimavølli

Kaj Leo í Bartalsstovu spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Njarðvík í dysti í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini tóku móti Þrótti á heimavølli.

 

Kaj Leo legði Njarðvík á odda 1-0 í 64. minutti við einum góðum skoti, men tá átta minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini javnaði Þróttur til 1-1, ið gjørdist endaliga úrslitið.

 

Njarðvík er næstfremst í deildini við 25 stigum fyri 14 dystir. Njarðvík er fimm stig aftanfyri oddaliðið, Fjölnir sum hevur 30 stig.

 

Komandi leygardag klokkan 15 spælir Njarðvík dyst móti ÍBV á útivølli.