Kaj Leo tekur læknavísindini av ræði

Nú verður tað landsstýrismaðurin, sum fer at gera av, hvussu nógv fólk skulu kannast fyri koronu.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, í morgun.

 

Læknar tykjast samdir um, at tað er sera umráðandi, at vit kanna fólk so nógv sum gjørligt fyri koronu, tí tað kunnu vera fleiri fólk, sum halda seg vera frísk, sum eru smittað.

 

Men landsstýrismaðurin hevur aðra fatan. Hann heldur, at tað er ikki neyðugt at kanna frísk fólk fyri at vita, um tey eru smittað við koronu. Og hesum tók Løgtingið undir við í gjár.

 

Landsstýrismaðurin skrivar á Facebook í morgun, at fíggjarnevndin hjá Løgtinginum hevur spurt hann, hvat hann heldur um mongdina av kanningum, sum verða gjørdar í Føroyum:

 

– Eg helt, at vit testaðu alt ov nógv óneyðugt, men eg metti meg ikki hava nakra heimild at seta avmarkingar á, uttan áheitan frá Løgtinginum.

 

– Eg havi nú fingið áheitan at gera eina vegleiðing um mongdir av testum, tað ætli eg mær at gera.

 

– So nú verður talið av testum minkað framyvir, tað ætli eg mær at syrgja fyri.

 

Tað vóru bara 18 tingfólk á tingfundi, tá atkvøtt varð um málið. 10 úr samgonguni atkvøddu fyri, meðan 8 úr andstøðuni atkvøddu ímóti.

 

Her sæst úrslitið av atkvøðugreiðsluni.

 

Hesi atkvøddu fyri:

 

  1. Brandur Sandoy, Fólkaflokkurin
  2. Heðin Zachariasen, Fólkaflokkurin
  3. Jógvan á Lakjuni, Fólkaflokkurin
  4. Uni Rasmussen, Fólkaflokkurin
  5. Bill Justinussen, Miðflokkurin
  6. Steffan Klein Poulsen, Miðflokkurin
  7. Edva Jacobsen, Sambandsflokkurin
  8. Erhard Joensen, Sambandsflokkurin
  9. Frimodt Rasmussen, Sambandsflokkurin
  10. Helgi Abrahamsen, Sambandsflokkurin

 

Hesi atkvøddu ímóti:

 

  1. Bjarni Kárason Petersen, Framsókn
  2. Djóni Nolsøe Joensen, Javnaðarflokkurin
  3. Henrik Old, Javnaðarflokkurin
  4. Ingilín Didriksen Strøm, Javnaðarflokkurin
  5. Jóhannis Joensen, Javnaðarflokkurin
  6. Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi
  7. Ingolf Sólheim Olsen, Tjóðveldi
  8. Sirið Stenberg, Tjóðveldi