Í kaldari skýming á havnarlagnum

Tað regnar, og kuldin liggur tráur norður av kavaklæddu fjøllunm fyri sunnan. Bátarnir, sum dagliga rógva út, fáa framvegis fisk á Norðhavinum. Mánadagin fekk onkur, sum legði upp á Eiði, oman fyri tonsið

 

Útróður

Eiði: Bátarnir eru enn fleiri í tali, og teir fáa framvegis eitt sindur við snelluni norðanfyri.

Hóast tað nú fer at líða eitt sindur, er framvegis nógv ferðsla í havnini á Eiði. Bátarnir eru umleið líka nógvir í tali, sum tá teir vóru flestir um grækarismessuleitið. Og teir fáa framvegis fisk, láta teir at.

Hann lotar lágt, nú tað skýmir mánakvøldið á Eiði. Lotið er rættiliga kalt, og eitt sindur kennist úr tí. Vátaslettingur helst. Kavin liggur enn á fjøllunum, og í skýmingini kennist tað lítið várligt at standa her á bryggjukantinum, meðan menninir í bátinum krøkja í, og kranaførarin hivar netini við fiski upp í grønu kassarnar, sum standa á bryggjuni.

Ein føroysku seksæringur við trimum monum glíður undan stevninum á Morgunstjørnuni, sum liggur við bryggjuna. Hon er komin undan Íslandi og skal landa í morgin. Helst í Miðvági, heldur onkur, sum er á bryggjuni.

Seksæringurin leggur at undir krananum, og hivar tvey net við umleið 1.000 pundum upp á land. Maðurin á bryggjuni loysir posaknútin, og fiskurin rennur niður í grøna karið. Tá bæði netini eru tømd, er karið fult. Eitt sindur av ísi er lagt á botnin, og nakrir spakar verða tveittir omaná. Eitt frámerki verður sett á kassan og báturin hevur givið pláss fyri tí næsta, sum kemur fram at at landa.

Longur frammi liggur ein 60 tonsari, sum rør við línu. Teir hava gjørt tað hampiligt í vár. Tað plaga teir, hóast teir ikki altíð hava so góðan hug at láta væl at. Men tað er ikki tann, sum altíð avreiðir í Útvarpinum, sum hevur frægasta úrslitið, tá uppgjørt verður, plaga teir at halda.

Eitt tíggjumannafar kemur fram við síðuni og leggur stilt. Tað er gággufiskarin, sum kemur við agni. Sunnan úr Eysturoynni. Plagar at royna í Tangafirði, so tað er langur vegur at sigla hjá honum. Hann plagar annars at koyra gágguna norður við bili.

Hann hevur fingið bara væl í dag, so útróðrarformaðurin, sum tekur ímóti, letur væl at. Gott agn er, sigur hann.

Bátarnir úti í havnini gerast fleiri og fleiri. Teir bíða eftir landingartørni. Í kvøld er bara ein lastbilur og tekur ímóti. Hinir eru til arbeiðis aðrastaðni, men plaga at koma, so skjótt teir annars eru leysir.

Eitt sindur ymiskt er, hvussu tað roynist hjá bátunum. Onkur hevur bara eini 300 pund, meðan onkur annar fer upp um tonsið. Nógvir liggja hvørju megin við tað hálva tonsið kortini. Og tað er ikki so heilt galið, tí í nógvum bátum eru bara ein ella kanska tveir mans.

Teir, sum taka ímóti, siga, at higatil í kvøld hava teir fylt upp í eini 80 kør, sum verða koyrd út á Toftir, har alt verður selt á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaðinum.

Eitt sindur er nú útliðið, og rognini eru ikki so góð, sum tey hava verið fyrr í vár. Heldur ikki verður tikið í móti silum meira.

Og hóast prísurin á fiskinum eisini er lækkandi í løtuni, kunnu eini 1.000 pund kortini geva einum einsamøllum manni eina hampiliga dagløn.

Tað vætir nú rættiliga niður úr luftini. Bátarnir hvørva, so hvørt teir hava lagt upp. Maðurin á bryggjuni skrivar navn og nummar á bátinum á ein merkiseðil, sum verður heftur á grøna kassan, og tann næsti báturin leggur at landingarplássinum.

Summir skunda sær út úr havnini og suður eftir Sundalagnum. Men teir flestu fara eystur at flótibrúnni Suðuri undir Gerði og leggja seg.

Suðringarnir eru her enn. Teir siga, at onkur var farin suður um aftur, men kom aftur, tí tað royndist vist hóast alt frægari norðanfyri.

Tað regnar. Droparnir falla tungir og leggja seg á linsuna á fototólinum, samstundis sum tað myrkir, so ikki fæst líkinda mynd uttan við blitsi. Men tað røkkur so stutt, so tað kann næstan gera tað sama, sum líkindi nú eru. Og hetta skal eisini skrivast inn á telduna og sendast um Internetið til blaðhúsið á Argjum, so frægast er helst at fara at húsum, meðan enn ein bátur kemur inn um grótkastið og leggur seg í bíðirøðina inni í hylinum.