Álvur Kirke
Valevni fyri Miðflokkinum til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu
Nú er eingin handil. Handilin er í Havn, Strandferðslan er í Havn, og Posthúsið er í Havn. Stytsti vegur til handils er at fara til Havnar ella til Kollafjarðar. Tey flestu fara til Havnar, tí har eru so nógvir handlar, og har er so nógv annað.
Postbilurin kemur 5 dagar um vikuna, og tað virkar væl hjá teimum, sum eru heima um dagin. Men har, sum eingin er heima, er hetta eitt sindur keðiligt.
Men, líka mikið, ? hví skal alt til Havnar? Tað er ikki so liviligt í bygdini, tá vit hvørki hava handil ella posthús.
Eg havi hoyrt, at hetta er gjørt fyri at spara, ? men tað er ein undarlig sparing! Fyrr kom strandfaraskipið við og eftir ferðafólki, vøru, posti og mjólk. Alt sama túr.
Nú kemur ein 50 pers. bussur nakrar ferðir um dagin við og eftir nøkrum fáum ferðafólkum, ein annar bilur kemur við og eftir posti, aftur ein annar bilur kemur við og eftir farmi, og so kemur ein eftir mjólk.
Um nú onkur í Kaldbak hevði hug at koya rutu, so haldi eg, at besta loysnin hevði verið, at viðkomandi slap at koyra. Hann kundi so koyrt ferðafólk, farm og post.
Um morgunin skuldi hann koyrt børnini til Eysturskúlan, og ikki sum nú, sett tey av í SMS.
Og so kundi sami persónur havt avgreiðslu fyri Strandferðsluna og eisini havt posthús. Og allarbest, um hann eisini kundi havt handil. Hetta ber til, um vilji er til tess, og hetta skapar trivna í bygdini.
Miðflokkurin vil arbeiða fyri slíkari loysn.