Kall fer ongan veg

Kall er einasti garanturin fyri veruligari kapping á føroyska fjarskiftismarknaðinum, og tí hevði tað verið ein syrgilig søga fyri allar partar, um fyritøkan varð noydd at gevast, heldur stjórin á Kalli, Bjarni Askam Bjarnason. Men Kall fer ongan annan veg enn upp, leggur hann afturat. Vit hava hugt aftur og fram úr stjóraskrivstovuni á Kalli

Næstan sum eitt tekin um, at talan ikki er um nakra hálvmyrka kjallafyritøku, hevur Kall sítt sæti í vindaeygaklædda norðara endanum á ovaru hæddini í gamla IDÉ-húsinum á Óðinshædd í Havn, har stjórin Bjarni Askam Bjarnason og hini ellivu starvsfólkini síggja út um hálvan sjónarringin.
Her deilir Kall høvuðsinngongd við Postverkið og matvøruhandilin Bónus. Kanska eitt tekin um, at fyritøkan enn er ung og ikki hevur fingið heilt fast undir føturnar.
Men tað líður væl.
Hóast eitt hall uppá hálva áttandu millión merkti ársroknskapin í fjør, so sær framtíðin ljós út sæð úr skrivstovuni hjá Bjarna Askam Bjarnason.
Kall rímar uppá hall
Kall rímar so deiliga væl uppá hall, men sambært stjóranum verður tann ramsan ikki nýtt til nógvar yvirskriftir afturat. Fastnettænasturnar bera seg longu nú, og størsta takið í uppbygnaðinum av fartelefonkervinum er tikið. Harafturat vinnur Kall støðugt marknaðarpart á øllum tænastuøkjunum, so vónirnar fyri framtíðina eru góðar.
- Vit hava frá byrjan roknað við einum halli fyrstu árini, og tí hava eigararnir lagt upp fyri. Men nú gongur rætta vegin, nær Bjarni Askam Bjarnason at siga, áðrenn polifoniskir ringitónar bróta okkum av.
Smart men dýrt
Tað er tann nýggja Ericsson P800 við bæði myndatóli og alskyns øðrum hentleikum, sum er upphavið til tónarnar. Hon verður svarað frá einum tráleysum oyrasnigli, sum við nýggju Bluetooth tøknini hevur samband við telefonina á borðinum.
- Smart, heldur tú ikki?
Jú, ikki eiti á. Men dýrt.
- Tað er trupulleikin við so nógvum. Einasta orsøkin til at vit yvirhøvur hava fastnettelefonir enn í dag er júst tann, at fólk halda tað vera ov dýrt at tosa í fartelefon. Men hvussu dýrt er tað í veruleikanum? Fara vit aftur miðskeiðis í hálvfemsini, so kostaði tað 80 oyru um minuttin at ringja inn til grannan við einari vanligari telefon. Tað kostar ikki so øgiliga nógv meira at ringja við fartelefon ídag, sigur Bjarni Askam Bjarnason.
Føroya Tele fylgir aftaná
Nú kostar tað 30 oyru at ringja til grannan og restina av landinum við eini vanligari telefon. Tað er ein munandi príslækking, og aðrar eins stórar príslækkingar hava verið á at kalla øllum fjarskiftistænastum seinnu árini. Kall eigur sín part av æruni fyri hesum, heldur Bjarni Askam Bjarnason.
- Tað vísir seg, at tað sum oftast eru vit, ið seta standardin, og so fylgir Føroya Tele aftaná. Vit lækka okkara prís, og so lækkar Føroya Tele sín prís samsvarandi mánaðin eftir. Vit koma við einari nýggjari tænastu, og stutt eftir hevur Føroya Tele nærum somu tænastu. Og so eita tær næstan tað sama. Vit komu við avsláttarskipanini "Vinarkall", og so var tað knappliga okkurt, sum æt "3 Vinir", sigur Kall-stjórin við tí á somu tíð hárfína og hárhvassa orðalagnum, sum altíð hevur eyðkent viðmerkingarnar, sum stóru fjarskiftisfyritøkurnar báðar hava um hvørja aðra.
Kapping og samstarv ísenn
Síðan byrjan hava Kall og Føroya Tele verið knýtt at hvørjum øðrum - í báðum endum so at siga. Tað áliggur beinleiðis Føroya Tele at samstarva við nýggjar veitarar sum Kall og enntá at hjálpa teimum inn á marknaðin við serkunnleika og príslágum samstarvsavtalum. Og tað er eitt týðuligt politiskt ynski um, at nýggir veitarar, sum Kall, í tann mun tað er gjørligt, nýta verandi kervi heldur enn at uppbyggja sítt egna. Tað hevur Kall eisini gjørt. Allar fastnettænastur vera veittar um kervið hjá Føroya Tele og ein týðandi partur av fartelefontænastuni er veitt um GSM-kervið hjá Føroya Tele.
Hinvegin er Føroya Tele einasti kappingarneyti hjá Kalli, og so at siga hvør einasti nýggjur Kall-kundi skal takast frá Føroya Tele. Soleiðis eru tær báðar størru fjarskiftisfyritøkurnar í Føroyum bæði størstu samstarvsfelagar og størstu kappingarneytar hjá hvørjum øðrum.
Á Fjarskiftiseftirlitinum liggur ein rúgva av klagum og kærum frá teimum báðum fyritøkunum um hvørja aðra, summar avgreiddar, aðrar feskar, sum allar bera prógv um ta hørðu kapping og til tíðir strongda samstarvið millum fyritøkurnar.
Bara pláss fyri tveimum
Tá føroyski fjarskiftismarknaðurin varð latin upp fyri kapping fyri trimum árum síðan, var Kall sjálv onnur nýggja fyritøkan, sum fór inn á marknaðin fyri fast- og fartelefoni. Hin fyritøkan, TeleF, byrjaði at veita telefontænastu ímóti endanum á 2000, og Kall veitti telefon- og internettænastur frá apríl 2001.
- Eftir mínari meting er bara pláss fyri tveimum stórum veitarum á marknaðinum. Tað fer altíð at vera pláss fyri fleiri smærri veitarum, ið spesialisera seg innan okkurt serligt slag av tænastu. Men tað kunnu ikki vera fleiri veruliga kappingarførir veitarar, segði Bjarni Askam Bjarnason í samrøðu við Sosialin í januar 2001, stutt frammanundan, at hansara fyritøka fór út á marknaðin. Summarið 2001 gjørdist hesin spádómur veruleiki, tá eigararnir handan Kall og TeleF løgdu fyritøkurnar báðar saman. Men hvussu kundi Kall-stjórin vera so vísur í at tað fór at henda?
- Orsøkin til at Kall og TeleF løgdu saman var ein viðurkenning hjá báðum fyritøkum av, at tann at føroyski marknaðurin er ov lítil, til at tríggjar fyritøkur kunnu gera íløgur í fartelefonkervi. Tann íløgan er so stór og møguligu kundarnir eru lutfalsliga so fáir, at tað er heilt einfalt ikki grundarlag fyri fleiri enn einum veitara afturat Føroya Tele. Tað var greitt, longu áðrenn vit byrjaðu, og tí væntaði eg altíð, at tað bara fór at vera ein stórur alternativur veitari til Føroya Tele, sigur Bjarni Askam Bjarnason. Hann fæst ikki at siga, at hann altíð væntaði at hesin veitarin fór at vera Kall.
Hóast tað tekniskt var talan um eina samanlegging av Kall og TeleF, so var í veruleikanum eins nógv talan um ein avtøku av TeleF, ið var tann veikari parturin í samanleggingini.
Kollveltandi broytingar fyri framman
At Kall er einasti kappingarneyti hjá Føroya Tele á fast- og fartelefon økinum, setir fyritøkuna í eina lyklastøðu sæð við politiskum eygum. Tí hvat hendir, um nú Kall fer av knóranum?
- Tað hevði verið ein syrgilig søga. So høvdu vit farið aftur í monopoltíðina, har ein veitari hevði monopol og setti prísirnar hareftir. So hevði alt arbeiðið við at frælsgera fjarskiftismarknaðin verið til onga nyttu, og politikkurin á økinum spælt fallit, tí sum er, eru vit einasti garantur fyri kappingini. Men soleiðis verður tað ongantíð. Kall er væl fyri við 16 milliónum í eginpeningi, nú beint eftir at vit hava gjørt stórar íløgur fyri fleiri ár fram, so Kall fer ongan veg, sigur Bjarni Askam Bjarnason sannførdur.
Hvussu framtíðin hjá føroyska fjarskiftismarknaðinum annars fer at síggja út er Kall-stjórin ikki eins sannførdur um.
- Tað er ringt at siga, tí eg vænti, at innan fimm ella seks ár er marknaðurin fyri bæði fartelefoni og internet fullkomuliga broyttur, men eg dugi ikki enn at siga júst hvat hann fer at broyta seg til, sigur Bjarni Askam Bjarnason og vísir til, at meðan tøknin til fastnettelefoni neyvan fer at broyta seg, so fara tøkniligar broytingar helst at hava við sær at fjarskiftisfyritøkurnar mugu gera íløgur í heilt nýggj kervi.
Hetta kann lata møguleikan upp fyri at nýggjar fyritøkur kunnu koma inn á marknaðin, og soleiðis ber tað sambært Bjarna Askam Bjarnason, stjóra á Kalli, ikki til at siga at føroyski fjarskiftismarknaðurin hevur funnið eina fasta legu aftur eftir lopið frá monopoli til kapping.
Kall er harafturímóti um at finna sína legu eftir lopið inn á marknaðin fyri tveimum árum síðan.
???????????

Kall í stuttum
Kall er størsti privati fjarskiftisveitari í Føroyum við einum marknaðarparti á umleið 20 prosent innan telefoni og internet um fastnet og umleið 10 prosent innan fartelefoni.
Kall fór undir at reka fjarskiftisvirksemi í apríl 2001. Í fyrstu atløgu bjóðaði fyritøkan seg fram við tænastum innan telefoni og internet um fastnet. Í november 2002 byrjaði Kall at bjóða fartelefontænastur, ið fyrstu atløgu bert sum talutíð, men í mars í ár eisini sum fast hald.
Fyritøkan byrjaði upprunaliga undir heitinum Vita Net á summri 1999, men skifti stutt eftir navn til Alnót. Upprunaliga endamálið hjá eigarunum handan Alnót var at veita føroyingum internetsamband. Men ambitiónirnar vuksu, og við einari umfatandi kapitalhækkan, har millum onnur Framtaksgrunnurin og Kaupting skutu pening í fyritøkuna, var hon búgvin til at gerast tað, sum í fjarskiftisheiminum kallast ein full-scale veitari, ella veitari av øllum størri fjarskiftistænastum. Stutt áðrenn fyritøkan fór inn á marknaðin á vári 2001 skifti hon navn til Kall. Orsøkin var at leiðslan og eigararnir ikki hildu navnið Alnót hóska til breiða tænastuøkið hjá fyritøkuni. Á sumri í 2001 gjørdu Kall og TeleF av at leggja fyritøkurnar saman. Í sambandi við at fyritøkan gjørdi íløgur í fartelefonkervi varð enn ein kapitalhækk-an á 14 milliónir framd á heysti 2002.
Á Kalli starvast 12 fólk. Helvtin arbeiðir við tøkni og hin helvtin við kundarøkt, sølu og umsiting.
Ársúrslitið hjá Kall í 2002 var eitt hall upp á 7, 5 milliónir. Samlaðu ognirnar hjá fyritøkuni eru verdar 44 milliónir, og tøki eginpeningurin er 16 milliónir.

??????????

Ein støðumynd av fjarskiftismarknaðinum
Í 1997 varð føroyski fjarskiftismarknaðurin formliga latin upp fyri fríari kapping, men ikki fyrr enn um ársskiftið 2000-2001 var klárt hjá nýggjum veitarum at byrja so smátt.
Í dag ber til at staðfesta, at tað hevur gingið skjótt síðan byrjan. Kapping er á øllum tænastuøkjum innan fjarskifti, og fjarskiftistænastur eru blivnar fjølbroyttari og bíligari.
Men hvussu sunn er gongdin? Er talan um kapping fyri einhvønn prís við kunstigum almennum andadrátti, sum Føroya Tele vil vera við ella um eina nærum fyrimyndarliga skjóta tilgongd frá avoldaðari monopolstøðu til kapping eftir marknaðartreytum, sum politiski myndugleikin, Fjarskiftiseftirlitið, heldur uppá.
Í greinarøð um føroyska fjarskiftismarknaðinum fer Sosialurin tætt at høvuðsleikarunum á marknaðinum við tí fyri eyga at lýsa aktuellu støðumyndina frá øllum síðum.
Í blaðnum í dag ber til at lesa fyrstu greinina í røðini av trimum um føroyska fjarskiftismarknaðin, har farið verður inn á Kall, sum kallar seg einasta garant fyri veruligari kapping á marknaðinum og sum longu frá byrjan spáddi at ein av nýggju veitarunum mátti lúta.