Kall latið handil upp í Runavík

Hósdagin 14. september lat Kall nýggjan handil upp í Runavík. Hetta er fjórði handilin hjá Kall í Føroyum.

Hósdagin í farnu viku var móttøka í Runavík í samband við, at Kall lat nýggjan handil upp. Har var nógv fólk savnað, og hesi hildu tað vera gott, at Kall hevði fingið handil í Eysturoynni.
 
Fjórði handilin
 
Kall hevur nú fýra handlar í Føroyum. Tað byrjaði við tí eina handlinum uppi á Óðinshædd, har Kall hevur høvuðssæti. Eftir hetta er ein handil komin í SMS. Tá norðoyartunnilin lat upp kom ein handil í Klaksvík, og hósdagin lat so tann síðsti handilin í røðini upp í Runavík.
Rógvi Róin, sølustjóri hjá Kall, sigur, at teir vilja fegnir økja um tænastuna hjá Kall, og at vaksandi tali av kundum ger, at Kall má hava fleiri handlar.
 - Nú hava vit fingið nógvar kundar í Føroyum, og hetta ger, at vit mugu hava handlar uttanfyri Havnina. Við at gera fleiri handlar økja vit samstundis um tænastuna kring landið.
 
Kall vil vera nærri kundunum
 
Handilin hjá Kall uppi í SMS hevur fyribils latið aftur orsaka av umfatandi umbyggingini, sum SMS fremur. Inn til 25. oktober, tá handilin í SMS letur upp aftur, vera bert tríggir Kall handlar í landinum.
Rógvi Róin gleðist tó um nýggju handlarnar hjá Kall, og sigur, at tað er týdningarmikið hjá Kall at vera nærri kundunum, og at handlarnir í Klaksvík og Runavík eru góð stig á vegnum.
 - Kall hevur nógvar kundar í Føroyum, og tí er týdningarmikið hjá okkum, at vera nær kundunum. Handlarnir í Klaksvík og Runavík eru stór fet á vegnum, og hetta fegnast vit um.
 
Gongdin í tráð við vónirnar
 
At enda spurdu vit Rógva, hvat hann helt um gongdina hjá Kall í Føroyum, nú teir høvdu opnað fjórða handilin.
 - Ja, nú er fjórði handilin komin, og hetta eru vit sjálvsagt glað fyri. Kall hevði góðar vónir tá farið var í holtur við at lata handlar upp kring landið, og eg vil siga, at gongdin hevur verið í tráð við vónirnar.