Kallaði týskar gestir ræðuskítar

Tað var ikki bara tolið hjá Njal R. Petersen, eigara av Pizzaria Napoli, ið var uppi, tá hann leygarkvøldið gjørdi av, at siga Pizza Aage úr starvi. Frá fólki, ið var á matstovuni, frætta vit, at fleiri av gestunum talaðu at, tá kokkurin byrjaði at kalla tveir týskar gestir ræðuskítar. Atburðurin hjá Pizza Aage hevði eisini við sær, at eitt av starvsfólkunum segði upp.

Hendingin fór fram á Pizza Napoli um 20 tíðina leygarkvøldið, tá tveir týskarar komu inn og bíløgdu Pizza. Tænarin, sum borðreiddi fyri teimum legði til merkis, at gestirnir tosaðu enskt, men gav sær ikki meir far um tað. Hon og øll hini starvsfólkini á Napoli hava nevniliga støðugt noktað, at verðið partur av partur av stríðnum hjá kokkinum móti týskarum og fraklendingum, og hava altíð farið líka við øllum gestunum, sum eru komnir inn á matstovuna.
Men leygarkvøldið fekk Pizza Aage also illgruna, tí tá enskttalandi gestirnir fóru upp til barrina at gjalda fyri matin, kom kokkurin út at spyrja, hvaðani teir vóru frá. Uttan at vita, hvat alt hetta snúði seg um, greiddu tey frá, at tey vóru týskarar. Hetta fekk sjálvandi øði í kokkin, sum gav sakleysu gestunum eina politiska torutalu, har hann millum annað kallaði tey ræðuskítar og gjørdi teimum greitt, at tey ikki skuldu kom inn aftur á Pizza Napoli.

Gestir talaðu at
Rætiliga fitt av fólki var á matstovuni hetta kvøldið, og kjakið uppi við barrina fekk fleiri av hinum gestunum at reisa seg og tala at. Onkur royndi at fáa Pizza Aage at skilja, at soleiðis kundi hann also ikki bera seg at móti sakleysum fólki, sum neyvan høvdu nakra hóming av, hví tey vóru orsøkin til, at kokkurin østi seg soleiðis. Men hetta fekk ikki Pizza Aage niður á jørðina aftur. Í staðin fingu øll boð um at fara út, tí matstovan nú lukkaði, hóast matstovan vanliga ikki letur aftur fyrr enn klokkan 22 leygarkvøld.

Segði upp
Tilburðrin leygarkvøldið var, sum vera man, sera ørkymlandi fyri øll, sum inn vóru. Ikki minst, tá Pizza Aage byrjaði at skelda tænaran, sum hevði borðreitt fyri týskarnum, fyri ikki at hava spurt teir, hvaðani teir vóru.
Sambært tænaranum, hevur starvsfólkið fleiri ferðir gjørt Pizza Aage púra greitt, at tey als ikki taka undir við hansara sjónarmiðum, og ikki undir nøkrum umstøðum vilja verða partur av hansara framferðarhátti.
- Fyri okkum starvsfólk var støðan sjálvandi ótrúliga pínlig, øll sum hon var. Men tað, sum veruliga fekk sinnið í meg, var, at Aage bleiv við at endurtaka, at ?Vit? á Pizza Napoli ikki gera mat til týskarar. Hetta vildi eg ikki hava sitandi á mær, sigur tænarin, sum tískil ringdi til eigaran og gav boð um, at hon ikki kom aftur til arbeiðis, so leingi Pizza Age var kokkur á Pizzaria Napoli.