Høgstandandi persónar innan allar greinar eru vornir trýstir at gera sær fyri skommum.
Mannarættindini verða ikki vird. Ikki bara móti mær og mínum - men víða um land og bý og bygd.
Og tað er bert ein loysn.
Øll, sum hava eina hóming av, at Guð er ein veruleiki, mugu fara í bøn, og rópa á Jesus um bjarging.
Tann sum kallar á Harran skal verða frelstur.
Soleiðis stendur skrivað í Halgu bók.
Eg eri ímóti vápnamegi.
Men eg eri alvorliga bangin fyri, at tað verður endin.
Men møguliga kann tað broytast, um fólkið vendur sær til Harran.
Av Guðs náði kallaður
í tænastu hjá Jesus
Jákup Vang