Kalt í Danmark

Tað hevur verið rættiliga kalt í Danmark hesa vikuna, og í nátt frysti næstan 19 stig har eysturi í Jyllandi. Danska veðurstovan sigur, at í Horsens vóru 18,9 kuldastig beint eftir midnátt í gjárkvøldið, og hetta er mesti kuldi, sum er máldur í Danmark síðani í mars í 2005, tá tað frysti 20,7 stig.

Enn restar tó nakað í at taka tað gamla kuldametið fyri desember. Tað er 25,6 kuldastig og er frá 1981.

Men á Bornholm hevur kuldin sett nýtt met. Har vóru 6,7 kuldastig í gjár, og tað er mesti kuldi, sum er máldur har í desember síðani 1874, sigur TV2.