Nøgdirnar av kalva á søluni hjá Fiskamarknaði Føroya í dag vóru smáar, bert 18 kilo tilsamans. Men, fyri hesa lítlu nøgd, sum helst bara hevur verið tann eini kalvin, fekk seljarin heilar 99,50 krónur fyri kilo - ella 1,791 krónur tilsamans.
Kalvi er rættiliga eftirspurdur fiskur, og sjáldan - fyri ikki at siga ongantíð - er nógvur kalvi á marknaðinum. Eingin fiskur kemur í námind av kalva í prísi. Hyggja vit eftir prísinum á svartkalva, lá hann í dag um 31 krónur fyri kilo.
Hyggja vit at prísinum á havtasku, sum vanliga er ein lutfalsliga dýrur fiskur, var hægsti miðalprísur á uppboðssøluni í morgun 26,43. Tað merkir, at hvørki svartkalvi ella havtaska fingu ein triðing av tí prísi, sum hesi 18 kilo'ini av kalva fingu í dag.
Áðrenn vit sleppa degnum í dag á uppboðssøluni, kunnu vit nevna, at stívliga 3,4 tons av toskarognum eisini vórðu á søluni í morgun, og her var prísurin 8 krónur fyri kilo.