Kamala Harris hevur valt ikki at halda røðu fyri sínum stuðlum um kvøldið valdagin lokala tíð í USA.
Tað siga valstríðsfólk hennara sambært tíðindastovunum Reuters og AFP.
Harris fer í staðin at tosa við sínar stuðlar dagin eftir valið lokala tíð, stendur í fráboðanini.
- Tit frætta ikki frá varaforsetanum í kvøld, men tit frætta helst frá henni í morgin, sigur Cedric Richmond, sum er ein av leiðarunum í valstríðnum hjá Harris, við tey, sum vóru til staðar í einum valveitslu á Howard University.
Kamala Harris er aftan fyri Donald Trump í fyribilsúrslitum frá amerikanska forsetavalinum.
Donald Trump hevur longu vunnið í svingstatinum North Carolina, og fleiri miðlar hava longu spátt sigur hansara í Georgia.
Vinnarin er enn ikki funnin í hinum fimm sveiggjstatunum, Wisconsin, Michigan, Pennsylvania, Arizona og Nevada.
/Ritzau/