Seinastu tveir bólkarnir, sum fáa høvið at luttaka í finaluni í Prix Føroyar, verða funnir í Miðvági leygarkvøldið.
Tá verður seinasta av fýra innleiðandi kappingum, og 10 bólkar verða við í hesi kappingini.
Best kenda navnið í hesi kappingini er Tangz úr Havn, sum fyri tveimum árum síðani vóru í finaluni í somu kapping.
Tangz hevur verið nakað frammi síðani seinastu Prix Føroyar kappingina, og teir hava eisini verið nógv at hoyrt við lagnum »Undir somu dýnu«.
Vágamenn royna seg
Yst er nýggjur bólkur, sum er mannaður við fólki sum Niels Una Dam, Jónas Bloch Danielsen, Eyðfinn Drewsen og Onnu Kristin Bæk, sum var ein av sangarunum í sangleikinum Skeyk.
Eisini í øðrum bólkum ? sum kanska ikki eru so kendir av navni ? eru tónleikarar, sum hava spælt við í kendari bólkum.
Vágamenn eru eisini væl umboðaðir í lokalu kappingini, og bólkarnir Masha, MMM, Ahou og Mas skulu royna at spæla seg í finaluna. Í hesum bólkum eru tónleikarar, sum áður hava spælt í bólkum sum Arrestment, Bimbs og Arrival.
Seinastu plássini
Seks finalistar eru longu funnir til stóru finaluna, sum verður í Norðurlandahúsinum í apríl mánaði.
Bólkarnir eru Týr, Clickhaze, Flux, I am, All that Rain og Tám, og leygarkvøldið verður sostatt greitt, hvussu øll plássini í finaluni verða mannað.
Undan kappingini í Klaksvík seinasta vikuskiftið settu fyrireikararnir forboð fyri, at glasfløskur kunnu takast við til tiltakið, og hetta forboð verður eisini galdandi í Vágum.
Prix Føroyar í Miðvági byrjar klokkan 21.00.