Kampus er fyritreyt fyri Suðuroyartunli

Gera vit ikki íløgur í gransking og nýskapan, fáa vit ikki ráð til ein Suðuroyartunnil. Eitt kampus, ið savnar virksemið á Fróðskaparsetrinum, er eitt alneyðugt stig á leiðini til at fáa meira burturúr granskingartilfeinginum og má ikki víkja fyri øðrum íløgum. Tað sigur Jan Rasmussen, ið er ein av limunum í Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan.

Nýggja kampusið, sum er í umbúna á Fróðskaparsetrinum, skal verða eitt savningarstað fyri granskarar og nýskaparar á almennum granskingarstovnum og í privatu vinnuni. Ein depil skal setast á stovn á kampusinum, ið eisini fevnir um granskarar og mennarar í privata geiranum, og í hesum depli skulu góð hugskot um nýggjar loysnir loftast og verða til veruleika.

 

Tað er eitt av høvuðstilmælunum í fyrstu ársfrágreiðingini hjá Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan, ið nú er løgd fram.

 

Umleið 30 miljónir kr. eru fyribils settar av á fíggjarlógini til at projektera nýtt kampus og umvæla verandi bygningar á Frælsinum. Borgarstjórin í Vágs kommunu hevur ført fram, at hesar milliónirnar og allar tær, ið skulu til afturat fyri at fáa eitt kampus, høvdu verið betri farnar sum íkast til ein Suðuroyartunnil.

 

Jan Rasmussen, serlækni á Landssjúkrahúsinum, sum er limur í Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan, er alt annað enn samdur.

 

- Eitt kampus er mett at kosta umleið eina milljard kr., men tað er ein íløga, ið vit ikki kunnu vera fyriuttan, um Fróðskaparsetrið skal gerast eitt nýmótans universitet, sum kann veita okkum granskingargrundaða vitan.

 

- Um vit skulu tryggja og menna okkara vælferðarsamfelag, verður neyðugt at vaksa um búskapin. Og tað fer ikki at bera til at halda fram at fiska meira og ala meira, tí talið av fiskastovnum og firðum er avmarkað. Vit verða noydd at gagnnýta okkara førleikar til fulnar og hugsavna okkum um økir, har vit eru sterk.

 

- At gera íløgur í eitt kampus er tí ein fyritreyt fyri, at vit kunnu fáa ráð til ein Suðuroyartunnil, sigur Jan Rasmussen.

 

Gransking er íløga

 

Í Føroyum stendur stuðul til gransking, menning og nýskapan sum ein útreiðsla í løgtingsfíggjarlógini. Tað merkir, at tær 7,5 milliónirnar til granskingarstuðul telja niður í tjóðarroknskapinum.

 

Í londunum rundan um okkum verður stuðul til gransking, menning og nýskapan í staðin roknaður sum ein íløga, og tað verður eisini staðfest í altjóða handbókum, ið áseta mannagongdir fyri hagtalsinnsavning.

 

Í USA og Evropa liggur árliga íløguavkastið frá alment fíggjaðari gransking, menning og nýskapanum um 20% í miðal. Í Føroyum vanta hagtøl á økinum, men um støðan er nakað tað sama í Føroyum, koma tær 7,5 milliónirnar til granskingarstuðul á fíggjarlógini aftur við einum virði á 9 miljónir kr.

 

Burtursæð frá tjóðarroknskapinum síggjast ágóðar frá gransking, menning og nýskapan aftur á nógvan ymiskan hátt.

 

 - Gransking, menning og nýskapan útvega nýggja vitan, førleikar og amboð til at nøkta verandi og framtíðar tørv á øllum samfelagsøkjum og eru í síðsta enda við til at tryggja okkara vælferð og fólkaræði, stendur millum annað í ársfrágreiðingini hjá Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan.

 

Les meira um fyrstu ársfrágreiðingina frá Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan á s. 14

 

Grein úr Vísindavøku í Sosialinum 8. september 2023

 

##med2##