Kampusch-málið kannast av nýggjum

Ákæruvaldið vil hava greiði á, at maðurin, sum burturflutti Nataschu Kampusch, fekk hjálp frá øðrum

Eysturríkska Natascha Kampusch sat fangi í kjallaranum hjá Wolfgang Priklopil í meiri enn átta ár. Men var hann einsamallur um illgerðina?

Tann spurningurin hevur verið frammi fleiri ferðir, síðani Natascha Kampusch slapp leys, og nú hevur innanríkisráðharrin gjørt av, at málið skal í rættin eina ferð afturat fyri at fáa greiði á, um Wolfgang Priklopil var einsamallur, ella um hann fekk hjálp til at burturflkyta gentuna og til at halda henni sum fanga í meiri enn átta ár.

Í fyrsta umfari hevur innanríkisráðharrin gjørt av at seta eina serliga nevnd at kanna spurningin.

Tann 10 ára gamla Natascha Kampusch bleiv burturflutt í 1998. Átta ár seinni, í august í 2006, eydnaðist tað henni at flýggja. Wolfgang Priklopil tók lívið av sær.