Hetta hendi bert fáar tímar áðrenn skatturin skuldi koma í gildi.
Tað upplýsir tíðindastovan Reuters.
Skatturin er sleptur í eini roynd at økja um handilssamráðingarnar við grannalandið USA.
Í eini fráboðan upplýsir fíggjarmálaráðið í Kanada, at forsætisráðharrin í landinum, Mark Carney, og amerikanski forsetin, Donald Trump, fara at halda fram við samráðingunum um at fáa eina semju innan 21. juli.
Fríggjadagin boðaði Trump frá, at USA beinanvegin brýtur allar samráðingar við Kanada.
Hetta grundgav hann við nærverandi skattinum hjá Kanada á talgildum tænastum.
/Ritzau/