Kanada er stórt land, sum kann bjóða sera ymiskt veður, alt hvat øki talan er um. Merkisvert er tó, at Kanada í ár hevur sett bæði hita- og kuldamet fyri juni.
Tað skrivar CBC.
Mikudagin var kalt í landslutinum Alberta. Kaldast var í Hendrickson Creek, har hitamátari segði 2,7 kuldastig.
Sama dag vóru yvir hundrað hitamett sett har eysturi í Kanada – eitt nú í landslutunum Québec og Ontario. Á onkrum støðum var hitametið tikið við sjey stigum.
Hósdagin vóru 31 stig máld í býnum Belfast á Prince Edward Island.
Tað er vanligt, at veðrið kann vera sera ymiskt í Kanada, men veðurfrøðingurin Ken Dosanjh sigur sambært CBC, at metini í juni tó eru merkisverd. Veðrið hevur verið óvanligt fyri juni mánað.