Nýggjur maður er í ÍF málinum

Listin er langur á teimum, sum ikki eru tøkir í dag – bæði hjá ÍF og B68

Tað stendur ógvuliga nógv upp á spæl í dag í Fløtugerði í Fuglafirði, har ÍF hevur vitjan av B68.

 

Hjá ÍF er møguleiki fyri, at tað endaliga verður staðfest, at besta liðið í 2025 fer at spæla í næstbestu deildini.

 

Hjá B68 er dagsskráin at vinna fulla úrtøku og harvið at styrkja um møguleikan at sleppa undan at flyta niður í næstbestu deildina.

 

Felags fyri bæði ÍF og B68 er, at tað eru fleiri spælarar, sum hava átt pláss millum teir fyrstu ellivu, men sum ikki eru tøkir í dag.

 

Hjá ÍF er málverjin Jákup Nolsøe Olsen leikbannaður. Í hansara stað er tað Tóri Traðará, sum verjir málið. Hann hevur bara spælt ein landskappingardyst fyrr í ár. Tað var 23. juni, tá ið ÍF tapti 4-3 á heimavølli ímóti B36.

 

Bogi Reinert-Petersen, Gundur E. Petersen og Aron Kensson eru eisini leikbannaðir, og á skaðalistanum eru Dánjal á Lakjuni, Markus á Lakjuni, Bergur Jacobsen og Tóki Nolsøe-Olsen.

 

Hjá B68 er Jóhan Josephsen tøkur aftur eftir leikbann, og Aron Reinert Hansen, miðverjin sum leingi hevur verið skaddur í økslini, er í dag á beinkinum. Áki Johannesen, Alex Mellemgaard og Fríði á Borg eru skaddir.

 

 

 

ÍF – B68 kl. 15.00

 

Dómari: Bjarki Danielsen

 

ÍF: Tóri Traðará – Petur Meinhard Lundsbjerg, Símun Kalsø, Peter S. Ullum, Tonni J. Thomsen  – Jóhann J. Højbro, Karl Løkin Ruben Møller-Nielsen – Silas Gaard, Uros Stojanov, Jákup Andrias Thomsen

 

B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Aleksandur Ó. Jensen, Hjalti Strømsten, Bárður Ó. Jensen – Ragnar Samuelsen, Sebastian Lau Nielsen, Hanus Højgaard –  Andreas Pettersen, Brian Jakobsen, Jóhan Josephsen