Stephen Eustaquio gjørdist stóra hetjan hjá Kanada, tá hann skoraði sigursmálið móti Suðurafrika í yvirtíðini. Mynd: Frederic J. Brown/Ritzau Scanpix.

Kanada víðari við sig­urs­máli í yvirtíðini

Kanada tryggjaði sær sunnukvøldið pláss í áttandapartsfinaluni í HM í fótbólti, tá liðið vann 1-0 á Suðurafrika við einum máli í yvirtíðini.

Stephen Eustaquio gjørdist stóra hetjan hjá Kanada, tá hann skoraði sigursmálið móti Suðurafrika í yvirtíðini. Mynd: Frederic J. Brown/Ritzau Scanpix.

Hetta var fyrstu ferð, at bæði Kanada og Suðurafrika spældu ein knockoutdyst í einum HM-endaspæli.

 

Dysturin var javnur og merktur av nervum og nógvum mistøkum. Kanada hevði tó flestu málmøguleikarnar, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í netið fyrr enn tveir minuttir inn í yvirtíðina.

 

Hetjan gjørdist miðvallarin Stephen Eustaquio, sum smekkaði ein leysan bólt í málið og sendi kanadiararnar víðari í kappingini.

 

Kanada hevði fleiri góðar royndir undan steðginum, og í seinna hálvleiki bjargaði málverjin hjá Suðurafrika, Ronwen Williams, fleiri ferðir.

 

Kanada trýsti alsamt meira seinastu løtuna, serliga eftir at Alphonso Davies varð skiftur inn, og trýstið gav úrslit við sigrinum í yvirtíðini.

 

Í áttandapartsfinaluni skal Kanada møta vinnaranum av dystinum millum Niðurlond og Marokko.

 

Stephen Eustaquio gjørdist stóra hetjan hjá Kanada, tá hann skoraði sigursmálið móti Suðurafrika í yvirtíðini. Mynd: Frederic J. Brown/Ritzau Scanpix.