Kanada til HM endaspæl fyrstu ferð í 36 ár

Fyri fyrstu ferð síðani 1986 er Kanada til reiðar til eitt HM-endaspæl í fótbólti. Í dag vann Kanada 4-0 á Jamaica.

 

Kanada er til reiðar til fyrsta HM endaspæl í fótbólti í 36 ár. - Foto: Nathan Denette/Ritzau Scanpix

Við einum 4-0 sigri í kvøld á Jamaica hevur Kanada spælt seg víðari til HM í fótbólti í Qatar í vetur.

Tað er fyrstu ferð síðani 1986, at manslandsliðið hjá Kanada skal við til eitt HM endaspæl.

Tann tryggi heimasigurin merkir, at Kanada hevur vissað sær í minsta lagi triðja plássið í norðuramerikonsku HM-undankappingini, nú ein dystur er eftir.

Í 13 dystum er tað higartil vorðið til átta sigrar, fýra javnleikir og eitt einstakt tap.

Millum annað hevur Kanada vunnið á stórabeiggja USA, sum var fyrstu ferð í 42 ár í eini undankapping.

Fyrrverandi FCK-leikarin Atiba Hutchinson er liðskipari hjá Kanada. Hann byrjaði tó á beinki ímóti Jamaica.

Haðani sá hann liðfelagarnar fáa eina sera góða byrja. Eftir 13 minuttir kundu teir 30.000 áskoðararnir á BMO Field í Toronto rópa fagnaðarróp, tá Cyle Larin legði Kanada á odda 1-0.

Áðrenn steðgin var tað 2-0 við málið, sum Tajoon Buchanan setti í netið, og aftur tá junio Hoilett sjey minuttir fyri steðgðin setti bóltin í netið til 3-0. Síðsta málið var eitt sjálvmál.

Tað er framvegis stríð um tey bæði beinleiðis plássini til HM í Qatar. Við tveimum dystum eftir hava USA og Mexico 22 stig, meðan Costa Rica hevur 19 stig og Panama 18 stig.

Lutakastið um, hvussu spælt verður til endaspælið, verður fríggjadagin 1. apríl.

/ritzau/

 

Kanada er til reiðar til fyrsta HM endaspæl í fótbólti í 36 ár. - Foto: Nathan Denette/Ritzau Scanpix