Tá pólski framherjin, Robert Lewandowski í sínum fyrsta kappingarárið fyri Bayern München í 2014 skoraði 16 mál í teimum fyrstu 11 dystunum í bundesliguni var talan um eitt ótrúligt met fyri ein áleypara hjá Bayern München.
Hetta metið hevur Harry Kane longu sligið í sínum fyrsta kappingarárið fyri Bayern München. Harry Kane skoraði 17 mál í teimum fyrstu 11 dystunum í bundesliguni.
Ígjár skoraði Harry Kane sítt mál nummar 18 í 12. bundesliga dystinum, tá Bayern München á útivølli vann 1-0 á FC Köln.
Bayern München er oddalið í bundesliguni við 32 stigum fyri 12 dystir.
Umframt 18 mál í 12 bundesligadystum hevur Harry Kane eisini skotið fýra mál higartil fyri Bayern München í Champions League.