Kanjon skal byggja svimjihøllina í Runavík

Farið verður at byggja, um býráðið samtykkir ætlanina

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, skrivar soleiðis í kvøld á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu:

 

Í dag hava Kjartan Hansen, stjóri í byggifelagnum Kanjon í Klaksvík, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, skrivað undir partalagsavtalu um albøting og bygging av svimjihøll í Runavík. Skrivað er undir við tí fyrivarni, at undirtøka er í býráðnum fyri at fremja albøtingina og síðani byggingina í verki.

 

Uppgávan fevnir um partalagssamstarv, har ið byggiharri og høvuðsarbeiðstakari binda seg til at samstarva, við góðum samskifti og opnum sinni, við tí endamáli at semjast um eitt verkætlanargrundarlag, ið kann gerast undirstøðan fyri einum høvuðsarbeiðstakarasáttmála.

 

Politiski parturin av málinum, býráðið, ger av, um verkætlanin verður egg ella ungi, og í tilgongdini varð samtykt, at nýggjar politiskar samtyktir skuldu gera av, um svimjihøllin skuldi fremjast í verki, táið fyrireikingararbeiðið var at enda komið. Frá byrjan forðaði Ráðgevarafelagið ætlaða leistinum í málinum, sami sum varð nýttur - táið Bylgjan var bygd. Avleiðingin av hesum var, at svimjihallarætlanin kom í drag, og skipað var fyri einari arkitektakapping, sum BBP-arkitektar vunnu. Tá komið var á mál, var verkætlanin boðin út, og tríggjar – eitt skifti fýra - fyritøkur vóru hugaðar at bjóða.

 

Ætlanin var í fyrstu syftu annars, at boðið varð út í “tíðliga útboð”, í partalagi, við sama leisti sum táið skúlarnir á Argjahamri og á Fløtum í høvuðsstaðnum vóru fyrireikaðir og bygdir. Licitatiónin skuldi í tí førinum vera á heysti í 2020. Eftir útboð gjørdi Føroya Handverksmeistarafelag greitt, at teirra limir kundu bert luttaka, um talan var um eina reina heildarveiting ella eina reina høvuðarbeiðstøku (stór/fak-arbeiðstøku). Avrátt var tí, at prosjektera liðugt og at bjóða út í høvuðsarbeiðstøku. Av góðum grundum seinkaði hetta málinum.

 

Umsíðir varð licitatiónin ásett at vera hildin hin 8. november 2021 kl. 16 í Býráðssalinum í Saltangará. Hendan sama dagin, kl. 12:34, hálvan fjórða tíma fyri evsta mark, fær eitt starvsfólk (og ikki almenna adressan hjá kommununi - tíansheldur borgarstjórin) hjá Runavíkar kommunu ein teldupost frá Føroya Handverksmeistarafelag, undirritaður av Magnusi Magnussen, har staðfest verður, at “Føroya Handverksmeistarafelag hevur samstundis heitt á limir sínar um ikki at bjóða fyrr enn útboðstilfarið er nøktandi.” Hetta kom ikki bara óvart á Runavíkar kommunu, men eisini á undirveitararnar, sum høvdu latið síni tilboð inn. Onkur teirra var møttur í Býráðssalinum hendan dagin.

 

Tað meiri sjáldsama eftir hesa hendingina hevur so verið, at teir, sum ikki hættaðu sær at bjóða hendan dagin, ella sum vóru forðaðir í hesum, av Handverksmeistarafelagnum, síðan hava gingið á kommununa, kropp av kroppi, hvør í sínum lagi, fyri at fáa hendur á hesi somu verkætlan.

 

Nú ráddi um at finna útvegir fyri, hvussu málið kundi flytast víðari fram á leið. Ein doktari í løgfrøði staðfesti í skrivi, eftir umbøn frá kommununi:

 

At vit kundu arbeiða víðari við málinum, sum um ongin licitatión hevði verið, og nú vóru møguleikarnir:

 

·      at bjóða alment út av nýggjum

·      at bjóða innboðið út av nýggjum

·      at biðja um eitt ella tvey undirhondsboð (samráðast við ein, og um hetta ikki bar á mál, var møguleiki fyri at samráðast við ein afturat.)

 

Farið varð eftir triðja møguleikanum, og hava vit síðan - og fram til hendan dag - samráðst við Kanjon í Klaksvík um svimjihallarverkætlanina. Tingingarnar hava verið í Saltangará og í Klaksvík og umvegis talgildar miðlar, og huglagið hevur í øllum tíðarmálinum borið brá av, at báðir partar miðaðu eftir og ynsktu at finna eina skilagóða loysn fyri báðar partar.

 

Samráðingartoymini eru vorðin samd um uppskotið, sum verður lagt fram og undirritað í dag, við tí fyrivarni, at politiski myndugleikin tekur undir við avtaluni.

 

Partalagsavtalan er í tveimum pørtum: Skeið 1 & Skeið 2. Bæði skeiðini skulu í hvør sínum lagi veljast ella vrakast av Runavíkar býráði.

 

Skeið 1 fevnir um felags tillaging og albøting av verkætlanargrundarlagnum, sum kann verða undirstøða undir einum høvuðsarbeiðstakarasáttmála. Skeið 1 skal eisini nýtast til at tillaga og útgreina eina arbeiðsætlan og til tess at leggja eina kostnaðarætlan. Partarnir eru samdir um at koma á mál við hesum skeiðnum í seinasta lagi hin 15. apríl 2022. Kostnaðurin í handverkaraútreiðslum verður sambært avtaluni kr. 92.092.000,-. Tá er kommunu/mvg ikki íroknað. Hinvegin er ein partur av verkætlanini norðari parturin av verandi ítróttarhøll, sum er í sera ringum standi, og er einasti parturin, sum er eftir av gomlu ítróttarhøllini, ið var bygd í 80´árunum í hinari øldini. Hann skuldi undir øllum umstøðum umvælast fyri stóran kostnað, og er nú við í samlaða kostnaðinum av allari verkætlanini á 110 milliónir krónur. Tekur kommunalpolitiski myndugleikin undir við hesum partinum, Skeiði 1, verður farið í gongd við hetta arbeiðið so skjótt sum politisk heimild er fyri hesum.

 

Skeið 2 snýr seg um, at gjørdur verður ein høvuðsarbeiðstakarasáttmáli, grundaður á niðurstøðurnar gjørdar í Skeiði 1. Eisini í tí førinum skal politisk avgerð takast, um farast skal undir at byggja svimjihøllina samsvarandi teimum treytum, sum tá liggja fyri. Væntandi kann hendan avgerðin takast í apríl/mai 2022, og tá fáa vit so endaliga at síggja, um politisk undirtøka er fyri at byggja eina svimjihøll í Runavík yvirhøvur.

 

Partarnir eru annars samdir um, at samstarvið skal byggja á reiðiligheit, álit, fullan opinleika og professionalismu.

 

- - - o - - -

 

Svimjihallarmálið er ikki nýákomið í Runavíkar kommunu. Smærri skúlahyljar vóru partar av stóru útbyggingunum á skúlaøkinum kring landið í 50´árunum og 60´árunum í farnu øld, men helst hevur bitin verið í størra lagi, annars, í Nes Sóknar kommunu, tá lutfalsliga stóru skúlarnir á Toftum og á Glyvrum vóru bygdir, soleiðis, at hyljarnir máttu bíða. Ein vetrardag í 1964 – hin 27. februar kl. 20 – fyri sløkum 58 árum síðani – var stevnt til fundar í sangstovuni í Glyvra skúla.

 

Skráin var at umrøða møguleikan fyri at fáa gjørt ein svimjihyl nærhendis skúlanum. 17 menn møttu á fundinum. Ein nevnd var vald, og stovnaði hon svimjifelagið Neptun, sum enn hórar hóast óvirkið. Felagið keypti eitt grundøki frá Hans Peturi í Heimistovu omanfyri skúlan. Matr. no. 121, Glyvra bygd, – 613 fermetrar. Grivið var út fyri bygging, men stígur kom í, helst eisini av kommunalu órógvini í økinum um tað mundið.

 

Nes Sóknar kommuna gekk sundur í tvinnar lutir pr. 1. apríl 1967, og Runavíkar kommuna gjørdist tá ein sjálvstøðug eind. Øll hesi árini síðan, serliga uppundir kommunuval, er málið um svimjihøll komið brestandi undan kavi aftur – ofta sum valagn – kanska – hóast onkrar meiri og minni ítøkiligar ætlanir hava verið frammi øll hesi árini. Sjón fæst fyri søgn í bløðum og tíðarritum um gongdina øll hesi árini, meðan tey áhugaðu hava bíðað eftir eini verkligari loysn á svimjihallarmálinum.

 

Eftir at aðrar stórar verkætlanir vóru fingnar frá hondini í kommununi, tók málið um svimjihøllina seg uppaftur, og á fíggjarætlanini fyri árið 2016 var ein hálv millión krónur sett av til endamálið. Gongdin síðan - í býráðssamtyktum v.m. - hevur verið hendan:

 

Á fundi í mentanarnevndini hin 16. mars 2016 verður tikið undir við einum tilmæli frá mentanardeildini, sum er soljóðandi: Mælt verður í fyrstu syftu til, at mentanarnevnd og býráð samtykkja, at farast skal undir tilgongdina at gera svimjihøll í Runavíkar kommunu. Mælt verður eisini til, at COWI verður sett sum ráðgevi í arbeiðinum at útrokna kostnað, menna verkætlanarleistin, gera byggiskrá og skipa møguliga hugskotskapping. Á býráðsfundinum hin 31. mars 2016 verður tikið einmælt undir við avgerðini í mentanarnevndini.

 

Á fíggjarætlanini fyri 2017 verða 2 milliónir settar av til verkætlanina. Á fundi í mentanarnevndini hin 24. apríl 2017 er niðurstøðan, at miðað eigur at vera eftir at byggja eina svimjihøll fyri umleið 90-100 milliónir krónur. Nevndin heitir á fíggjarnevndina um at kanna, nær fíggjarligt rásarúm er til verkætlanina - og at gera tilmæli til býráðið samsvarandi hesum. Fíggjarnevndin tekur undir við mentanarnevndini, og á býráðsfundinum hin 27. apríl 2017 samtykkir býráðið einmælt at tær tvær milliónirnar, avsettar á fíggjarætlanini 2017, verða brúktar til at arbeiða við einum uppskoti til bygging av eini svimjihøll fyri umleið 90 milliónir krónur. Á heysti hetta sama árið tekur umrøða seg upp um, hvat ið kann rúmast innanfyri ætlaða karmin. M.a. um støddina av tí stóra hylinum. Er ætlanin at halda fast um 8 geilir á 25 metrar er neyðugt at hækka karmin við áleið 7 milliónum krónum. Mentanarnevndin og fíggjarleiðarin viðgera málið. Fíggjarnevndin letur tað upp til býráðið at taka støðu til, um karmurin skal víðkast úr 90 upp á 100 milliónir krónur. Á býráðsfundinum hin 31. oktober 2017 samtykkir býráðið uppskotið frá Tórbirni Jacobsen, borgarstjóra, um at hækka samtykta karmin til bygging av svimjihøll úr 90 upp á 100 milliónir krónur. 10 býráðslimir atkvøddu fyri, meðan ein býráðslimur atkvøddi blankt (HJJ). Í endanum á býráðssamtyktini stendur skrivað: “Samtyktin merkir á ongan hátt, at býráðið hevur samtykt at byggja svimjihøllini.” Hetta skal skiljast soleiðis, at málið liggur í tveimum: Ein fyrireikingartíð fram til klárt er at skriva undir avtalu um bygging, og at ein nýggj býráðssamtykt skal gera av, um ein svimjihøll skal byggjast ella ikki.

 

Tað er ongin loyna, at ætlanin var at fylgja skipanarleistinum sum var nýttur, tá fimleikarhøllin varð bygd og ítróttarhøllin fyri stóran part bøtt og rúmkað. Ætlaða svimjihøllin er í stóran mun ein víðking av ítróttardeplinum í Runavík. Tá Ráðgevarafelagið blokeraði fyri at nýta hendan leistin, fekk ætlanin, í tíðarmáli, eitt skot fyri bógvin. Saðlað varð um, og málið verður í 2018 viðgjørt í umsiting og nevndum. Fyri at tryggja okkum, at nýggi leisturin rakk upp um blokaduna hjá Ráðgevarafelagnum, var nýggi leisturin sendur viðkomandi pørtum til viðmerkingar. Har varð ikki riðið sama dag sum tað varð saðlað, men umsíðir fingu vit nakrar viðmerkingar, sum vit tóku hædd fyri, - nú snúði málið seg um eina innbodna arkitektakapping. 5 arkitektavirki søgdu seg vera til reiðar at gerast partur av kappingini.

 

Metingarhópurin, við umboðum frá ymsum høpum, valdi uppskotið hjá BBP-arkitektum til vinnara av kappingini. Mentanarnevndin fær í juni 2019 tilmæli frá borgarstjóranum um, at avtala verður gjørd við vinnaran (ið er hin sami sum teknaði Bylgjuna) um at fáa kostnaðin at liggja ájavnt við samtykta karmin (100 milliónir krónur) samstundis sum verkætlanin verður neyvætlað. Borgarstjórin ger í tilmælinum vart við, at neyvætlingin fer at taka áleið eitt ár, og tá er komið so tætt upp undir eitt kommunuval, at skilabest er at eitt nývalt býráð, sum tekur við valdinum pr. 1. januar 2021, tekur avgerðina hvørt svimjihøllin skal byggjast ella ikki.

 

Fíggjarnevndin mælir á fundi hin 24. juni 2019 til, at málið verður lagt fyri býráðið saman við einari rakstrarætlan, sum mentanarnevndin fær til vega til býráðsfundin seinri í mánaðinum. Viðtøkan í mentanarnevndini hendan sama dagin er soljóðandi: “Mentanarnevndin hevur á fundi 24. juni 2019 samtykt at taka undir við tilmælinum hjá borgarstjóranum, at avtala verður gjørd við BBP, sum vinnara av arkitektakappingini og ráðgeva, um at neyvætla svimjihøll í Runavík samsvarandi status eftir samráðingar við støði í vinnaraprosjektinum.” Fíggjarnevndin viðgjørdi málið aftur hin 27. juni 2019 og samtykti at málið skuldi leggjast fyri býráðið. Á býráðsfundinum hin 27. juni 2019 samtykti býráðið einmælt at taka undir við tilmælinum frá mentanarnevndini. 5. september 2019 samtykti mentanarnevndin at mæla býráðnum til at geva borgarstjóranum heimild til at skriva undir uppskotnu avtaluna við BBP-arkitektar. Fíggjarnevndin tók undir við hesum á fundi sama dag og seinri hendan dagin, hin 5. september 2019, tók býráðið einmælt undir við at taka undir við tilmælinum frá nevndunum báðum.

 

Avtalan við BBP-arkitektar var undirritað á flogvøllinum í Kastrup hin 9. september 2019. Tað sum eftir er av hesum árinum er nógv samskifti og umrøða um málið m.a. í mentanarnevndini.

 

Nógv samskifti hevur síðan verið millum borgarstjóran, mentanarleiðaran, býarverkfrøðingin og ráðgevandi verkfrøðingin Oyvind Brimnes og BBP-arkitektar áðrenn verkætlanin varð boðin út. Tríggjar fyritøkur, eitt skifti fýra, vístu áhuga fyri at bjóða, men stutt kann takast samanum og staðfestast, at hetta ikki bar á mál, eftir at Føroya Handverksmeistarafelag punkteraði tann møguleikan. Avleiðingin var, at vit valdu hendan møguleikan, at biðja um eitt undirhondsboð frá Kanjon, og eftir drúgvar tingingar er tað nú tann møguleikin og avtalan í uppskoti, sum partarnir hava samráðst seg fram til, ið nú skal inn í eina politiska viðgerð.

 

Svimjihøllin liggur nú í tveimum politiskum syftum, har støða fyrst skal takast til Skeið 1, sum snýr seg um at fyrireika málið fram til ein høvuðsarbeiðstakarasáttmála (Skeið 2), og táið hesin er búgvin at taka støðu til, skulu nevndir og býráð av nýggjum taka støðu til málið um bygging.

 

Avtalan, sum er undirritað í dag, stendur á tí fyrivarni, at politiska skipanin tekur undir við avtaluni, sum er skotin upp at vera galdandi millum Runavíkar kommunu og Kanjon um svimjihøllina í Runavík.

 

Borgarstjórin og fíggjarleiðarin hava á fundum við føroysku fíggingarstovnarnar, í 2021, fingið at vita, at er tørvur á partvísari lánsfígging til verkætlanina, so er ongin forðing fyri, at hendan kann veitast kommununi.

 

Við hesum er verkætlanin “Svimjihøllin í Runavík” búgvin at fara inn í seinastu politisku snaringina, har avgerð skal takast um, hvørt hendan 58 ára gamla ætlanin, umvegis skiftandi hyljar og hallir, skal gerast veruleiki ella ikki. Soleiðis liggur málið nú bara í hini demokratisku processuni, har valdu umboð borgaranna gera av um verkætlanir, yvirhøvur, verða verandi egg ella til unga.